Magn og hjall í Føroyum !


Korona sóttin og russiska innrásin í Ukraina, hava leitt okkum á leið móti móti eini hugsan um størri sjálvbjargni. Tankin um at vera avskorin frá umheiminum, og nógva innflutninginum, er ikki onki ræðandi.




At framleiða okkara egnu orku, og at stremba eftir at framleiða okkara egna mat, er runnið inn í hugaheimin hjá teimum nógvu føroyingunum og tað er væl.




Eg tori nærum ikki at siga at tað er gott og gagnligt fyri føroysku fólkasálina at vaksa um okkara sjálvbjargnismøguleikar, tí sambandsfólkini fáa alt í rangastrúpan, sum ber brá av at vit kunnu klára okkum sjálvi.




Mangan er retorikkurin so avskeplaður og uppgávukendur, at tú sum sjálvbjargnisfólk, má stríðast títt dýra stríð fyri at sannføra afturhaldsfólkini um at tað er tað er natúrligt og normalt at klára seg sjálv/sjálvan.




Væl, tað góða er sum sagt at fleiri okkara av røttum eru farin at velta okkara egnu grøði.




Og sum eitt avgjørt minstamark, eiga vit at seta okkum greið politisk framleiðslumál fyri eplir, røtur, gularøtur og gras/hoyggj.




Hesi mál skulu vera ein null-innflutningsvisjón. Vit kunnu harafturat framleiða heilt væl av øðrum grønmeti.




Vit vinna heilt væl í spardari flutningsorku, um vit flyta eginframleiðsluna av mati úr 20%, sum hon er nú, og upp í 50 %, sum hon í mynsta lagi eigur at vera. Harafturat gagnnýta vit lendi, sum liggur óbrúkt.




Grasrøturnar, og ávísir bøndur, hava gjørt eitt megnararbeiði at flyta hugburðin rætta vegin. Tí eigur Grøni Háskúlin í størri mun at stuðlast, og landsstýrið má orða ein ítøkiligan málsetning fyri føroysku matframleiðsluna komandi 10 árini.




Tá um orkuna ræður, er ongantíð ov skjótt at vit gera okkum leys av innflutningi. Partvíst er tað ein høgur kostnaður vit rinda. Harafturat fylla vit uttan iva lummarnar hjá teimum, sum avgjørt ikki hava tað uppiborið. Hugsi serliga um ikki fólkaræðisligu oljuframleiðararnar í heiminum.




Vit hava alt at vinna, við at hyggja eftir okkara møguleikum, og at seta okkum greið mál.




Land okkara er ríkt. Tað er upp til okkum at velja føroysku orkuna, og at menna føroysku hjallin.




Tá bera vit boðini til komandi ættarlið av føroyingum.




Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður