Lønarlyft, integrasjón og rættindi hjá øllum fólki

• Tórshavnar Kommuna skal nú ganga fremst at fáa broytt lønarmunirnar í samfelagnum millum kvinnur og menn og millum ymsu lønarbólkarnar.

• Vit skulu tryggja rættvísari lønarviðurskifti og javnstøðu við at lyfta teir lønarbólkar, ið ikki eru løntir eftir sínum førleikum og ábyrgd: T.d. tímalønt, námsfrøðingar, hjálparfólk, heilsurøktarar, reingerðarfólk og køksfólk (sum eru millum lægstløntu bólkarnar hjá tí almenna) og starvsfólk innan røkt og sosiala økið sum heild.

• Kommunan skal bjóða fólki, ið arbeiða niðursetta tíð og sum ynska at fáa fulltíðarstørv, hesi rættindi.

• Rættindi hjá tilflytarum og stuðul til málsliga menning og sosiala integrasjón skulu betrast munandi.

• Verulig tilboð um at læra føroyska málið skulu veitast til øll børn, ið flyta til – bæði á dagstovnum, í fólkaskúlanum og í frítíðarskúlum. Og hetta má fylgjast upp við góðum tilboðum og krøvum til foreldrini um at læra føroyskt mál.

• Systkinaavsláttur skal fremjast beinanvegin fyri samkynd foreldur.







Øll valskráin hjá Tjóðveldi til býráðsvalið 10. november kann lesast her.






Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag