LISTAÁRIÐ 2020


Kinna Poulsen setti mær spurningar um árið 2020, hvussu eg helt árið hevði verið út frá einum listarligum sjónarhorni.



Eg varð spurd um at taka fram nakrar listarligar upplivingar, og so eisini um mínar vónir fyri 2021 - aftur úr listarligum sjónarhorni. Spennandi grein hjá Kinnu og m.a. hetta vórðu prentað í Dimmalætting (takk og lov, Dimma!), sum kom út beint fyri nýggjár.



1. 2020 var eitt stórt vónbrot í mun til allar tær ætlanir, sum listafólk høvdu lagt fyri sítt virksemi: t.d. vórðu ferðir út um landoddarnar við fjøltáttaðari list avlýstar, summi tíðarskeið vórðu mentanar- og listastovnar og onnur støð, har tónlist, leiklist, myndlist, filmslist og annað verða sýnd, stongd. Restina av árinum hava avmarkingar verið settar á alt slíkt virksemi. Hetta hevur merkt árið øgiligt fyri tey útinnandi listafólkini og fyri tey, sum arbeiða við teirra kørmum. Men eisini okkum, sum hyggja, lurta og vitja, hevur tað merkt sera nógv. Vit hava tey tíðarskeið kent saknin at kunna taka listina til okkara, og vit hava hungrað eftir henni í fleiri umførum. Eisini hava vit havt og hava enn ilt í sálini um stóra skrædlið, allur listageirin hevur upplivað fyri sítt livibreyð. Tá hetta er sagt, so havi eg alt árið fegnast um øll tey, sum hava stríðst fyri listini og roynt at skapt møguleikar fyri útgávum, sýningum, framsýningum og framførslum. Vit hava merkt eldhugan, dugnaskapin og tað kreativa á heilt annan djúpan og álvarsaman hátt. 

2. Hóast eitt skert listarligt útboð, so havi eg havt so nógvar góðar listaupplivingar í Føroyum í ár, sum eg eri ómetaliga takksom fyri, og tað er trupult at taka nakað framum. Eg vil nevna listaframsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði á hvítusunnu – hon var eitt eitt ljós í myrkrinum og eitt frámfýsið fet júst tá(!) – við ordiliga hugtakandi, flottum og talandi málningum og við heilt serligum kørmum bæði inni og úti. Eg ynski eisini at nevna útgávukonsertina (5 stk.) hjá Eivør í september Norðurlandahúsinum, sum hon kempaði seg til at halda undir sera truplum treytum, og sum var heilt fantastiska góð. Eivør gav jú eina framúr plátu út júst tá, og konsertin livdi á allan hátt upp til væntanir um dygd og bergtakan. Eg var ein av teimum hepnu, sum fekk keypt atgongumerki og eg kendi meg sera priviligeraða.




Aðrar framúr nærveranadi og góðar mentanar – og listaupplivingar frá árinum eru: útikonsertin hjá Hamraduni umborð á Kyrjasteini í Fuglafirði, bókmentakvøldið við Hanusi Kamban um Science- Fiction í heilt serligu kørmunum í Húsinum hjá Karli í Norðragøtu, inniliga kvalitets heimakonsertin við Hanusi G til ein føðingardag, temaframsýningin um vín og rúsdrekka í Víngarðinum saman við tveimum flokkum, eg undirvísi í føroyskum, forkunnuga konsertin við Knúti Háberg Eysturstein í Tøting í Syðrugøtu og filmurin um Dreyfus í Filmsfelagnum. Og so gav palllistin mær ein ordans endaspurt við Soirée Fantastique á Tjóðpallinum og Tann tragiska kommedian í Løkshøll. Fleiri upplivingar kundu verið nevndar afturat – eingin er gloymd, fartelefonin er full av myndum! Eg verði heilt rørd um alt hetta tilfar, hesi fólk og hesar karmar, og takki fyri, at 2020 gjørdist eitt ordiliga gott mentanar- og listaár fyri meg vegna øll hesi menniskju.




3. Eg vóni fyri okkara listafólk og tey, sum virka innan mentanarøkið, at tey fáa eitt munandi lættari arbeiðsár í 2021 og ynski teimum ordiliga góðan arbeiðshug! Okkum tørvar listina og skipað mentanartilboð so heilt ómetaligt, og tey, sum sita í ábyrgd í landsstýri, løgtingi og í kommunalum høpi mugu gera ein ordans vørr fyri, at vit sum land og einstaklingar taka størri fet enn vanligt innan list- og mentan til at stimbra og kveikja okkum at møta hvørjum øðrum og samfelagnum, ja og listini!. Eg hugsi her m.a. um at raðfesta og stuðla útgávur og framleiðslu, at byggja og skapa karmar, at betra skipanir og lógargrundarlag, at játta ambitiøst. Men eg hugsi eisini um hetta at geva ans, at viðurkenna, at vera nærverandi og at lurta væl eftir lista- og mentanarøkinum. Og eg vil enda við at ynskja okkum øllum eitt kveikjandi, framfýsið, læruríkt og signað lista- og mentanarár í 2021.




Hanna Jensen, býráðslimur í Eysturkommunu



og varatingkona fyri Framsókn