Krígsøsing við Javnaðarflokkinum á odda

Javnaðarflokkurin er ein rættuliga undarligur politiskur flokkur, ið sigur seg vera so einastandandi socialan og at virða øll fólkasløg, taka frástøða frá støðugum krígsbrotsverkum, virka fyri náttúru- og umhvørvisvernd, ST-heimsmálum til burðardygd, fáa til vega tak yvir høvdið hjá illa sperdum landsmonnum......og samstundis agerar, virkar og tekur avgerðir just øvugta vegin.



Ein veit aldrin hvar Javnaðarflokkurin er staddur politisk, men verður hugt eftir hvat javnbjóðis sonevndir "social- og enntá demokratiskir" politikkarar gera og hava gjørt í londunum kring okkum, er synd at siga at nakað socialt ella manna-náttúruvirðiligt er komið av skaftið í fleiri áratíggju. Mette Frederiksen, fyrimyndin hjá Sjúrða Skaale, heldur seg ikki aftur frá at vitja eina karráða apartheidstjórn í miðeystri, meðan fyrrverandi leiðarin fyri norska brøðraflokkin, Stoltenberg, er blivin mikil krígsøsingarmaður og handlangari fyri heimsins krígsgalna land USA, ið síðan annan heimsbardaga hevur herja runt allan knøttin og myrt, dripið og stolið frá hond.



Nú hava vit fingið ein javnaðar demagog í besta Breckmann-stíl, Sjúrð Skaale, ið vísir seg sum krígsøsingarmann og handlangara fyri mest andstyggiliga krígsbrotstjóð heimurin hevur havt.



Áður vóru javnaðarfolk at kenna sum social og høvdu nakað at vísa á í verki...undantikið tá sami flokkur í loyndum smoygdi fyrsta radaran og Loranstøðina niður yvir føroyingar. Nú himprast Javnaðarflokkurin og Sjúrður Skalle ikki við at bjóða eina krígsøsingartjóð vælkomnan at leggja til kej, bunkra og brúka Føroyar sum miðstøð og "skjótirampa" móti øðrum londum.



Øsingarfólk vóru kanska áður mestan innan átrúnaðarligar bólkar, men í dag hevur Javnaðarflokkurin tikið yvir, og gongur undan at stuðla einum nýggjum Afghanistan, kanska Vietnam, handilsstongsul av Cuba í enn 50 ár, undirgravandi virksemið millum lógligt valdar stjórnir í øllum heimspørtum......uttan at vit vita hvør trupulleikin egentlig er...annað enn ein sjúklig tráan og trongd hjá nøkrum karráðum brotsmonnum at savna pening, rana frumevni, og skava deyðar lutir undir seg.



Vit hava ikki tørv á einum hernaðarradara og hava slettis ikki tørv ella ynski at hava krígsútgerð liggjandi við kaj....tí vit eiga ikki at stuðla ella ganga skitin ørindi fyri eina vápna- og krígsgalna tjóð sum USA. Vit hava enntá løgtingssamtykt, at Føroyar skulu standa uttan fyri hernaðnar-samgongur og tí ikki hava nakra hernaðar- ella vápnaútgerð í landinum.



Ein radara kunnu vit sjálv seta upp til egið brúk og til stuðul til flogferðslu, og fáa hampuliga inntøku við tænastuveiting.



At skapa fíggindar, framala fíggindamyndir, ynskja krígg og deyða, og renna ørindir fyri donsku stjórnina, ið er undir trýsti av NATO og USA, mátti verði ein herskin biti hjá "socialistum" við tí stóra alskinum fyri mannarættindum og solidariteti við onnur fólkasløg.



Men her er opinbart so eiðasørt við socialismu í Javnaðarflokkinum. Tá sjálvt gamli fascistoidi Breckman hevur fingið harða kapping frá tíðini við tindasvínum kring oyggjarnar, og er við av verða yvirrulaður av einum sonevndum socialisti sum Sjúrð Skaale, er alt vent á høvdið og svarta hopisleyst. Hvat socialistarnir vilja við slíkum krígsøsingarmanni, er bara ikki at skilja....ella, vónandi er bara talan um eina vánaliga framførðslu av Pipar & Salt.



Kári Thomsen