Korona test sirkus


Havi júst haft korona.



Eg havi sitið og skrivað hetta meðan eg havi sitið í sóttarhaldi við korona.



Geri hettar skrivið tí eg meini at vit kunna saktans hava eitt vanligt samfelag beinanvegin, leggja hettar afturum okkum og spara kanska 100 milliónir í skattapengum.m



Eg fann útav at eg hevði korona við skjótari smittusporan.



Papi mín var testaður positivur fyri korona við eini Antigen test, eisini kalla snar ella skundkanning.



Systir mín hevði verið í hansara bili.



Eg átti nakrir Antigen testir sjálvur og gav henni ein at brúka beinan vegin.



Har var ein sera veik strika á T hjá henni. Ein og hvør sjónlig strika má takast sum positivt. Hettar var 48 tímar eftir kontakt.



Hon tekur eina PCR testina 9 tímar aftaná antigen, altso 57 timar eftir kontakt. Tað vísur seg at hon er sera veikt positiv á PCR test.



Baðar testir fangaðu at hon var veit positiv. Antigen testin tó 9 tímar árin PCR testin.



Tá eg hoyri at hon er smitta, fari eg í sóttarhald í míni leigligheit Hoyvík. Taki beinan vegin ein Antigen test, negativt. Dagin eftir taka eg ein PCR test, aftur negativt.



Haldi hettar er undarligt, tí eg føli at eg havi krím og fepur.



Dagin eftir PCR taki eg aftur ein Antigen test umaftur, og n‎ú ly‎sur ein kraftig strika á T eftir nøkur sekund. POSITIVT!



Hettar var ikki eftir tilmælunum.



Tilmælini eru at vit skula brúka PCR tá vit hava haft kontrakt við smittaðan ella føla symptomir, men problemi er at teir eru alt ov seinir. Omnicron multiplicerast 70 ferð so skjótt sum Delta.



PCR er slets ikki eitt amboð ið er egna til at fangað smittuna ella at spora við.



Fyrsti covid varianturin klektist og smittaði eftir umleið 5,6 døgum, Delta 4 døgum.



Nú gongur tað ikki meir enn 2 dagar til tú smittar eftir fyrstu kontakt, ið ger PCR testing nógv minni brúkliða, tá hon kann ikki fylgja við.



Hettar er ikki nakað nýtt, serfrøðingar í Danmark hava viðmælt at vit brúka Antigen testir sum fremsta vápn í meira enn eitt ár nú.



Antigen testir eiga at vera brúktir til at fanga og smittuspora, miðan PCR testir einans eiga at vera brúktir til at diagnotisera.



PCR er altso tað besta diagnotiserings amboði vit hava, men er sera vánaligt til at fanga tey ið smitta, og smittuspora við aftaná. Harvið er tað alt ov dyrt.



Vit hava brúk 200 millónir krónir skattapengar at testa við tí skeiva tólinum.



Um vit høvdu brúkt rætta tøkni og rætta strategi, høvdu vit sloppið undan at stongt alt, í hvørfall ikki í sama hátt. Vit høvdu nokk eisini spart meira enn 100 milliónir, ið kundu veri brúkt betur uppá heilsufremmandi tiltøk og sjúkrahúsverki.



Serfrøðingar í Danmark 2021



Danmark byrðaðu tey at bjóða Snarprøvar út ókeypis í Januar 2021.



Tað var eftir hørðum kritikki frá serfrøðingum. Serða harðan kritikk eftir at har var á eldraøkinum, ið førdu til høg og óneyðugt deyðsføll.



Lyntest Virker kun 50 procent sagde myndughederne det passer simpelthen ikke – Berlinske – 22-Jan-2021.



”Vi har hele tide fået at vide, at hvis du ikke har symptomer og ikke har været I kontakt med nogen, og det i øvrigt ikke er vigtigt at teste dig, kan du jo altid gå ned og få taget en lyntest. Men så snart det er vigtigt, skal du få taget en PCR-test, hvor det tager op til 2 dage at få svar.



Men nej, man skal få taget en lyntest, for så får man svar med det samme og kan gå i gang med smitteopsporingen.



De gængse pcr-test måler følsomheden i alle prøver. Det vil sige, at patienter, der har haft covid-19 infektion i 10-12 dage stadig bliver testet positiv i PCR testen, men kun få af dem testes positive in lyntesten. Men det er slet ikke relevant at teste på det tidspunkt, for når man har været syg i næsten to uger, er man jo ved at være rask igen og har i hvert fald ikke brug for at blive testet igen for at finde ud af, man er syg”



Professari Peter Kamps Busk, lektor Medicin Biologi, Roskilde Universitet, tidligere forskningsleder Rigshospitalet. 22-Jan-2021



Men når det handler om en operationel sandhed, altså hvilken test vi skal bruge for at opsore de smittede, så er den forkert.”



Christine Stabell Benn, professor i global sundhed ved SDU, vurderer i Politiken, at PCR testen er udmærke til at afgøre, om en patient har virus I kroppen men ikke god til at screen for at fjerne de smitsomme. Den er for langsom og fanger også dem, der ikke smitter længere, vurderer hun.



“Lyntesten fanger jo de relevante, så man har simpelthen kigget på det med de forkerte briller”, siger professoren - Christine Stabell Benn-



Peter Kamp Busk er sammen med en kollega Thomas Birk Kristiansen praktiserandi læge og formand for patientdataforeiningin, gået i detaljer med sin kritik af myndighedernes negligering af lyntestens effektivitet.



“Det franske studie, og derved også SSIs udmelding, er imidlertid i strid med tilgængelig viden. Det franske studie har desuden ikke været gennem peer review og er behæftet med en systematik fejl, fordi man i studiet anvender uegnet prøvemateriale,” skriver de.



“At man har frarådet lyntestning baseret på den der rapport på basis af det franske studie er næsten kriminelt,” siger Peter Kamp Busk. Berlinske 22-Jan-2021



Hvussu rigga baði test tólini?



Har er alt nógv feilinformatión um hvussu skundprøvar rigga, nær teir rigga og nær teir ikki rigga. Har manglar eisini informatión um hvussu PCR rigga.



Antigen testir rigga frá sjúkan er klekt og 7 dagar fram. Her fanga teir 95-98%. Teir fanga eisini uttan fyri hettar tíðarskeiði, men ikki líka sikkurt.



Til dømis fangaðu Antigen tá mín systir var heilt veikt positiv.



PCR fangar 98-99% og fangar í miðan í 17 dagar. Up til 83 dagar.











Vit hava ein PCR test ið fangar 99%.



PCR korsta umleið 200kr tilsamans.



Á heilsølu kostar ein av teimum bestur Antigen testinum 9,5kr við frakt um man keypir mongd.



Diagnotisering av 100 fólkum.



Fyri at gera tað einkult, so lætt okkum siga at um vit brúka PCR fanga vit 10 út av10. Læt okkum siga Antigen fanga vit 9 út av 10.
















Omnicron

PCR

Antigen

n:100 P:10

10/10

10/9





Eftir hesum PCR er betur til at Diagnostisera við enn antigen.



Men PCR rigga illa til steðga smittuni og at smittuspora. Sera illa við nyggja variantinum tí hann smittar alt ov skjótt.



PCR kann slets ikki fylgja við.



Man noyðist at bestilla tíð, síðani má man bíða í 10-16tímar eftir svari og tá kanst tú longu hava smitta fleiri fólk.



Tað er ein kanska 24 tímar prosess at finna útav um tú hevur korona. 24 tímar er nógv tíð at bíða. Tú skal nokk vita at tú hevur korona, tí tú fært krím og fepur á 3 degi. Í hesum 24 tímunum er júst tá fólk ganga og smitta.



Í hesum tíðarskeiðinum hava kanska helvtin av teimum smittaðu, smitta ein nýggir persón. Tað vil siga at vit hava isolera 10 og vit hava 5 í ikki vita at tey eru n‎‎y smitta.



Við Antigen prøvanum blivu náða hesi ikki at víðari tí vit hava beinleiðis svar, so Antigen hevur steðga miðal 4,5 fólkum at blíva smitta av teimum 9 smittaðum ið fangast beinleiðis.



Tá tú fært svar beinan vegin, kanst tú eisini beinan vegin ringja og smittuspora. Tey tú fortelur kunna eisini taka ein antingen test so tey kunna fara í sóttarhald og tú kanst smittuspora viðaði.



Vit smittuspora fleiri ættarlig uppá sama dag við Antigen test.



Læt okkum siga at helvtin klárar at smittu spora ein, altso 4,5 fólk vera smittuspora ið ikki visti tey vóru sjúk.



Forða fyri smittu og smittuspring.































Omnicron

PCR

Antigen

n:100 P:10

10

9

Steðga við beinleiðis svar

-

4,5

Smittuspora

-

4,5

Samanlagt

10

18





Tá ið vit royna at steðga smittuni og smittuspora klárar Antigen testir seg nógv betur enn PCR.



Systematisk testing.



Við Antigen testing kunna vit testa systematiskt og testa har smittan er konsentrera.



Har er lítil veruligur samanhangur millum ódiskrimineraða massa testing og minking av smittu.



Ein partur av fjøldini testar seg konstant og ein annar partur testar seg lítið ella ongantíð.



Um 50% av fólkunum gerða 90% av kanningunum hjálpir tað lítið við at steðga spjaðingini.



Um 50% av smittuni í er í Vestmána hjálpir tað ikki at fordobla testingina í Suðuroy tá eingin smitta er har.




Peter Kamp Busk fer í dagtaljur í hesi greinini.



Testa effektivt til tiltøk og á sárbarum økjum.



Eitt gott dømi um nær vit PCR var ein sera vánalig loysn, var tá vit høvdu Jóladøgura á Hugskotinum ein fríggjadag.



Eingin PCR-testing var Hósdag, so vit máttu testast tveir dagar árin, ein Mikudag. Harvið var tilmæli at tá at Antigen testir slets ikki kundu brúkast.



Tað hjálpir lítið at testa negativt ein Mikudag til eitt tiltak ein Fríggjadag.



Skundprøvar fanga effektivt júst tá man smittar onnur, tí eru teir ideellir at bremsa smittuni júst har tað er tørvur á. Tiltøk kunnu vera ein smittubumbur, har stórur partur av selsskapinum verur smittaður yvir eitt kvøld.



Her við kann man systematisk kanna sárbar støð so sum sjúkrahús, ellis og røktarheim.



Skúlar, barnagarðar, fergur og onnur støð kunna kannast nemt við skundprøvum.



Vit eru eitt lítið oyggja samfelag, og vit kundu deilt Føroyar í økir, har man skuldi taka ein Antigen tá man ferðaðist í millum. Á henda hótt verur smittan konsentrera í økir. Antigen testir kosta einans 9,5kr hjá landinum.



Altso við antigen testing er møguligt at testa fjøldina har smittan er konsentrera. Tí siga vit at 20 út av 100 eru positiv, í staðin fyri 10 út av 100 eru positiv, tí vit kunna testa mobilt og konsentrera.



Vit screena eisini til tiltøk og økir ið kunna blíva smittubumbur. Tiltøk, barrir, restaurantir osv.































Omnicron

PCR

Antigen

n:100 P(PCR):10 P(Anti):20

10/10

18/20

Steðga við beinleiðis svar

-

9

Smittuspora

-

9

Samanlagt

10

36







Hvussu nógv fáa vit aftur fyri okkara dagsforbrúk?



Læt okkum nú siga at vit investera 0,5 millión í testum. Hettar er dagsforbrúki uppá PCR testing.



0,5 millión kr er hvat vit hava brúkt dagliga gjøgnum størsta partin av 2021. Onkuntíð uppi á 2 milliónum.



Ein PCR kanning kostar umleið 200kr við analysu. Og ein antigen kostar 9,5kr (hettar veit eg).



Antigen testurin krevur ikki servitan og kann tí bara deilast út á stovnar og arbeiðispláss.



Ein Antigen testur fangar 95-98%. Um tú ikki trýrt mær, so hygg inn á eurowatch surveilance ið hava gjørt 100 kliniskar kanningar heilt óheftar frá produsentinum.



Læt okkum siga vit brúka ein Antigen test ið fangar 97%



0,5 millón kr uppá testing














PCR STK KANNINGAR

ANTIGEN STK KANNINGAR

2500 (0,5 millión / 200)

51,631 (0,5 millión / 9,5)



Lætt okkum siga at 5% av fólkunum er smitta. Men vi Antigen kunna vit testa systematiskt har smittukonsentratión er, ið vil siga 10% av fólkunum eru smitta har vit kanna við Antigen.



Sjálvandi vera ikki 51.631 Antigen testir gjørdir yvir uppá ein dag. Men hettar er hvussu nógvar Antigen royndir vit fáa gjørt fyri sama prís.














































Omnicron

PCR

Antigen

Kannir fyri 0,5millón

2.500

51.631

Av hesum smitta 5% og 10%

125 (5%)

5.163,1 (10% - konsentratión)

Fangar %

99%

97%

Fanga í fyrst umfari

124

5.533

Fólk ið ikki blíva smitta, við beinleiðis svar.


5.533

Smittuspora

-

2766

Samanlagt

247

13.832






Fyri 0,5 millón kr, við 05% av fólkum smitta, klárar PCR at steðga 247 fólkum at spjaða víðari, miðan Antigen testin klárar at bremsa 13.832 fólkum at smitta víðari.
























Kann onkur bjóða hesum av?



Kanska hugsar tú at hesin munurin er ov stórur, at eg undir valueri virði á PCR kanningum?



Men kom við einum dømi við data, statistikki, kliniskum granskingum og dømum uppá hvat hevur rigga í øðrum londum.



Man kann koma við einfaldum dømum um hvat tú hevur hoyrt onnur hava sagt, men tað eigur ikki at vera generalisera.



At ein PCR kanning vísti negativt fyri meg, men dagin eftir vísti ein Antigen at eg var positivur, er eitt einkult tilfelli, og eg kann ikki brúkast til at generalisera at PCR ikki riggar.






Bert eitt Diagnoserings tól.



PCR kanningar er eitt diagnoserings tól, ikki eitt smittu screening og sporrings tól.



Men eg havi ikki brúkt PCR til at eftirdiagnosera, tí eg meini tað er spill av tíð og skattapengum.



Tað er 1 út av 250 at men hevur skeivt positivt við Antigen test.



Harvið eri eg ongantíð sjúkur, og ein Postivur antigen testir saman við mildum symptomun er nokk fyri meg vita at eg havi korona.



Landi kann gera 20 Antigen kanningar fyri teir pengarnir tað hevði kosta at eftirdiagnotisera meg. Um eg ikki hevði symptomir og vildi vera sikkur hevði eg bara tiki ein Antigen test afturat.






Ikki lukka samfelagið niður men verja tá tað telur.



Tað eru tey gomlu og veiku ið blíva alvorliga rakt av hesum.



Tað eru tey ið seta trykk á sjúkrahúsi. Langt tey flestu í samfelagnum kunna bara fara heim í sóttarhald og hava tað fínt eftir nakrar dagar.



Eg bleiv involveraður í hesum tá eg bleiv biðin um at ringja til Donsku kommunurnar og bjóða antigen testir til eldraøki í Januar 2021.



Ein lítil Svensk komuna prøvaðu at brúka snarprøvar at verja á Ellis og Røktarheimum, Mølndal kommuna á 35.000 fólk. Tey høvdu alt ov høg deystøl við korona á eldraøkinum.



Eftir einans tvær vikur høvdu tey fanga 50 starvsfólk við skundprøvum ið vóru korona positiv.



Hettar hendi sjálvt um krav var uppá minst tveir PCR um vikuna.



Svensk Grein. Svensk Grein 2.



Sjálvt um eg ringdi og forkláraði donsku kommununum at Antigen testing hevði steðga smittuni á eldrøkonum í Svøríki, tók tað ein mána æðrin nakað hendi.



“Konsekvensen af, at man ikke har gjort noget mere, er jo, at vi har fået forfærdeligt mange dødsfald. 30-30 dødsfald om dagen er rigtig mange, og op mod halvdelen af dem er på plejehjemmene. Man kan konstatere, at der ikke er blevet gjort, hvad man kunne for a t forhindre smitten.”



Professor og pandemiforsker Lone Simonsen fra Roskilde Universitet er på samme linke I Politiken:



“Plejehjemsdødsfald har vejet tungt i covid-19-statistikken på det seneste. De fleste af de dødsfald kunne være undgået, hvis hurtigtest blev brugt ofte af personalet, som ikke kan undgå tæt kontakt med ældre og svagelige. Man skal tænke de her lyntests som et decidereret våben til at opdage smitteudbrud I intuitioner”



Í Føroyum er tað enn nøkur ellis økir ið ikki vilja verja, sjálvt um har hevur veri smitta og andlát við korona. Tá eg ringdi bleiv sagt at tey stóla uppá myndleikarar.



Vit hava heldur ikki duga at vert nøktandi á sjúkahúsunum. Tíðliga í Desembur vóru 21 starvsfólkunum í sjúkahúsinum send heim og tey niðurlagløgdu deildir. Hettar var sjálvt um tey høvdu 3 prik og krav á min 36 tímar PCR svar.



Um tey høvdu brúk antigentestir at screena við hevði hettar ikki hent.






Vit eru heldig í Føroyum.



Føroyar er eitt tað nemmasta land í heiminum at smittuspora í.



Vit hava ikki somu komplikatiónir sum millióna stórbýir. Vit kunna smittuspora so nógv nemmari. Vit kunna eisini isolera smittuna og fáa smittufríð økir.



Haldi, tað er skeivt at bara siga at vit hava gjørt okkara besta, tá vit enn óneyðugt oyðsla pengar uppá PCR kanningar og ikki taka tær handlingar ið høvdu givið okkum eitt vanligt samfelag.






Sálárliðu trupulleikarnar av koronu eru goymdir.



Sálarligu trupulleikarnir av koronu er goymdir.



Gransking vísur at tey elstu í Føroyum hava følt einsemi av koronu og isolatión enn tey eldru í ørum norðurlondum.



Einsemi er meira deyðiligt enn ovurfiti. Kanningar í USA og Europa við milliónum av eldri borgarum, 45 ár og eldri, vísur at fólk ið føla einsamøllu hava størri kjans at doyggja tíðliga enn fólk ið eru “obese” yvir feit.



At blíva við at hava samfelagið lukka kemur eisini at hava konsekvensir í longri tí á tey ungu og børnini, vera blaka heim so ofta.



Hettar er spell tá vit hava loysnina beint framman fyri okkum.






Ein illusión av kontroll.



Eg síggi tvær orsøkir til at vit eru heimsmeistarar í at brúka pengar uppá testing, men fáa so líti burtur úr. Fyrsta er at tað eru so nógvir pengar at tjena uppá PCR testing og hin er at PCR testing gevur eina illusión av kontroll.



Thetis hevur haft alt ov nógv at sagt og hevur kunna ávirka myndugleikarnar við sínum retorikki. Hettar hevur ført til politikk ið hevur skapt stóran vinning fyri thetis, men øll onnur í samfelagnum tapa.



Hin er at PCR testing gevur eina illusón av kontroll.



Vit skula bestilla tíð. Síðani standa vit so fitt standa í illveðrinum við masku í kø í hoydølum og bíða eftir poding. Prøvarnar skula berast til laboratori á landsjúkrahúsinum til analysu av professionellum fólkum.



Alt hettar gevur eina illusión av kontroll.



Paradoksalt er tað hendan illusiónin ið er júst tað ið ger at vit ikki hava kontroll.



Myndugleikarnir jagstra hesa illusiónina við at forvænta at meira kontroll og meira skattapengar gevur úrslit.



Men hettar er bara ein illusión, og vit kunna slets ikki fylgja við.



Svari er beint framman fyri nøsini. Skjótar, bíligar og effektivar testir, og systematisk testing. Deila testir út á stovnum, fergum og arbeiðis plássum har smittan er at finna.



Men vit ignorera, og blíva við at oyðsla skattapengar uppá vánalig tól og vónaligan strategi tí tað gevur eina illusión av kontroll.












Tann fyrsta teldan



Tann fyrsta teldan var tann gigantiska ENIAC maksinan, ið viðaði 30 tons, kravdi 170kubic metrar av plássi og kostaði 43millonir krónur. Bygd í Pennsylvania, USA, 1946.



Apollo 11 Teldan, AGC, ið stóð fyri at fáa fyrsta mannin upp á mánan var skjótari en ENIAC. Kostaði 24,5millónir krónur. Hendan teldan leiddi Neil Armstong upp á mánan so hann kundi taka tað lítla feti.



Ein lítil Iphone 6 er 120 milliónir ferð skjótari ein teldan ið leiddi Apollo 11 upp á mánan



Kraftin á eini Iphone 6 er nokk til at stýra 120 milliónir Apollo 11 rakettir upp á mánan.



Bara tí at PCR-testing hevur meira komplikatiónir og kostar nógv meira, ger hettar ikki PCR til eina effektivari test enn Antigen testin.






Vit kunna saktans fáa eitt vanligt samfelag.



Tað eg vóni við hesum skrivinum er at landi kemur at steðga við massa PCR testing og steðga við at hava alt lukka. Heldur fokusera uppá at testa systematiskt og skjótt har smittan er at finnað, og harvið verja tey mest sárbarðu støðini í landinum. Harvið spara vit 50-100millónir í kunna fara til heilsuframendi tiltøk.



Um vit gera hettar fáa vit eitt vanligt samfelag aftur.

Tórður Ravnsfjall