Kommunuvalið er av !

Ein innarlig tøkk til hvønn einstakan av tykkum 150 veljarum, sum trúðu
uppá meg og settu krossin við mín persón 

Eg fari at siga ØLL, tí ongin skal gloymast. Øll tit sum hava hjálpt til
undir valstríðum, tað er fyrst og fremst tykkum at takka, at tað hevur eydnast
so væl. Tit øll somul eiga ein serligan part av úrslitinum, eri eyðmjúkur 

Eitt kanónval fyri Javnaðarflokkin og ein veldug áheitan til SSJ. 5776
samlaðar atkvøður. Fólkið hevur valt "býráð fyri borgaran" og givið
flokkinum stórt álit. Tað eri eg errin at verða partur av.

1000 takk øll somul.

Eg gjørdist ov stuttur at røkka gáttina. Vit hava
flutt okkum á tí lokala økinum og við eitt sindur meira avtrat so vóru tvey
umboð herfrá. Eg vóni at tað næstu ferð bragdar 

Tíverri hevur úrslitið við sær, at økið her norði
situr uttanfyri tá nýtt skeið byrjar. Til øll tykkum 150 ið vístu mær ábyrgd,
so fari eg at gera alt eg kann, at ávirka gongdina rætta vegin. 

Eg vil ynskja nývalda býráðnum hjartaliga tillukku og
blíðan byrð í komandi tíðum.

Bergur Robert Dam Jensen

















Valevnið hjá
Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Havn