Játtanargykl!


Tað krevst eitt serligt sálarligt huglag at hava álit á hesari samgonguni. Uttan iva álíkt teimum avbjóðingum, sum avvarðandi hjá fólkum við afturvendandi rústrupulleikum hava. Hendan vælviljaða vónin um,at nú fer at verða betriella í hvussu er ikki verri.



Júst soleiðis kennist tað at hava við hesa samgonguna at gera. Ikki tí at vit treytaleyst eru so góð við samgonguna, men tí vit eru so góð við landið, sum hendan samgongan hevur gíslatikið við hjálp frá útlendskum valdi. Danska statinum og útlendskt stjórnaðum oligarkum í føroyskum hami.



Í hesi eiturskendu men av “góðum” monnum vælsignaðu greytasúpan, situr føroyski borgarin og spinnur gullklæði uppá tey, sum minst hava tað uppiborið. Spurningurin um at stjórna landinum kemur í aðru, triðju, ella fjórðurøð.



Fyrst av øllum snýr hesin sokallaði politikkurin seg um at tryggja rættindini hjá teimum, sum vunnu samgonguni seinasta valsigurin. Vinum, kenningum og sponsorum.Í stóru myndini kennist tað tí bæði meiningsleyst at tosa um, og enn meiri høpisleyst at brúka búskaparpolitisk amboð, sum eitt nú játtanarkarmar í dagsins politikki.



Tað eru jú ikki landsins áhugamál, sum viga á vágskálini.Óunniliga bræðingin av einum himnaleikandi og patenterandi Miðflokki, einum fávitskutun og undirleggjandi Sambandsflokki, saman við kyniska og kalkulerandi Fólkaflokkinum, man teljast millum vandamestu samanrenningar, sum stjórnað hava hjartabarni okkara, Føroyum. At rúsurin,teir bryggja,er skaðiligur fyri fólkið her býr,gongur sjón fyri søgn.



Seinast teir løgdu ástir saman, var hallið ovurhonds stórt, knappar 1,1 mia. kr. árini 2012-2015.Hesuferð er uppaftur verri statt, tí hóast samfelagið stendur í fagrasta blóma,og flestu vindar tamba búskaparligu seglini, so tykist nýggja trúlovilsið hjá hesum trimum flokkunum at minna mest um stjórnarlagið í Albania, áðrenn at múrurin fall.



Úrslitið er eitt ræðandi rakstrarhall higartil hettar stjórnarskeiðið uppá umleið hálva milliard krónur. Samstundis loypir hugsjónarliga kioskin lætt upp um tey á niðastu rókunum fyri at tæna teimum í klientilistiska feitilendinum.Vísandi til at uppskotið um játtanarkarmar hjá hesari samgonguni í besta føri er ein glantrileikur, sum ikki byggir á ábyrgdarfulla sannføring, ei heldur hevur dism av trúvirði, men einans er enn ein sjónleikur, sum skal fáa samgonguna at tykjast sum ein samgonga við ábyrgdini av okkara landi, verður staðiliga mælt frá at samtykkja uppskotið um játtanarkarmar fyri 2023.



Uggin, og vónin er, at óátiligi leikurin ein bráðan enda fær, so aftur birtist vón fyri Føroyar og fólkið her býr.



At givið hesum sjálvsætandi liði valdið aftur er at samanbera við at geva pyromaninum logandi svávulpinnin í hondina, standandi í nýbygdu húsunum, sum hann fyri hálvum ári síðani brendi í grund.



Hóast undirritaði hevur ómetaligt álit á ta styrki, sum býr í føroyska fólkinum, so skal meiri enn sprongdargonga til at fáa gróður í vøll aftur, eftir at so hugsjónarligt svarloysi valda hevur.






Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður