Hjartaliga takk!





Hjartaliga takk !





Hjartaliga takki eg øllum tykkum 5.776, sum á kommunuvalinum greiddu atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum – ikki minst tykkum 2.288, ið atkvøddu fyri mær persónliga. Eisini vil eg ynskja øllum hinum – nývald eins væl og afturvald – hjartaliga tillukku. Vit fara við góðum treysti og áræði undir næstu fýra árini í góðum samstarvi við Sambandsflokkin, og mál okkara er – enn sum áður – at gera alt tað besta fyri Havnina og Tórshavnar kommunu. - Ein serlig tøkk til øll valevnini fyri eldhuga og ágrýtni at bera okkara boðskap út millum fólk dagarnar undan valinum.







Heðin Mortensen