Frítíðarskúlin við Botnánna skal dagførast

 



Var á vitjan á frítíðarskúlanum við Botnánna hósdagin. Ì gongini
bleiv eg møtt av vinarligum starvfólkum og ikki minst glaðum børnum. Alt annað
var ein syrgilig sjón. Frítíðarskúlin húsast í skúrðum, tað lekur í eyri og
seyri, loftið er um at detta niður og umstøðurnar sum heild ikki nøktandi. Tað
eru øll børn, sum brúka frítíðarskúlan, líka frá barnagarði, til skúla og til
tey eldru børnini, sum brúka frítíðarskúlan um kvøldið sum ungdómstilboð, “Ùthengið.
 Barnagarðurin við Botnánna er eisini vorðin
ov lítil og skal tí eisini byggjast út. Vit eiga tí skjótast gjørligt at
dagføra fríðtíðarskúlan og byggja út barnagarðin í samráð við ánarar og
stavfólk og pengur eigur at setast av longu í fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Fíggjarætlanin skal endaliga samtykkjast 1. Somuleiðis hava vit aðrar
barnagarðar í bygdunum í kommununi, m.a. barnagarðurin í Kaldbak, sum eisini skal
hava nøktandi umstøður, og verður hesin eisini at taka viðí fíggjarætlanini
fyri komandi ár.



Annika Olsen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið