Fleiri starvsfelagar í vælferðini


Starvsfólkini í okkara sjúkrahúsum, vøggustovum, barnagørðum og í eldrarøktini renna skjótari og skjótari fyri at fáa gjørt sítt arbeiði. Hendan gongdin fer bert at versna, um vit onki munagott gera nú. Vegurin til bestu tænastuna og fakligheitina, er gjøgnum betri arbeiðskor.




Tjóðveldi arbeiðir við ítøkiligum uppskotum, at betra arbeiðskorini, lønarviðurskiftini og starvsfólkatrotið innan barna-, umsorganar- og røktarøkið.

Fleiri starvsfelagar
Í fyrstu atløgu fer Tjóðveldi enn einaferð at leggja fram uppskot, um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk og námsfrøðingar. Starvsfólkini hava leingi rópt varskó, og vit hava í tvey ár heili fýra ferðir lagt fram uppskot og heitt á landsstýrið um at fara undir at útbúgva fleir. Nú byrjar so enn eitt lestrarár, men enn er onki hent.

Landsstýrismaðurin segði í tíðindunum í gjár, at vit máttu bíða til fíggjarlógin kemur, fyri at síggja um batar koma. Men vit kunnu ikki bert standa og hyggja at, tí her má handlast.

“Vit síggja, at áhugin at lesa námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði,o.s.fr. er til staðar – tað sum manglar er politiski viljin. Tað finst neyvan nakað týdningarmiklari starv enn tað, at vera um fólk. At vera um børn, at vera um tey sum hava serligan tørv, at vera um sjúk og at vera um gomul. Tað átti koronastøðan sanniliga eisini at hava prógvað fyri øllum. Tí mugu vit tryggja teimum ordiligar umstøður at arbeiða undir,” sigur Sirið Stenberg.

Setrið fekk í ár 79 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði. 68 søktu inn á námsvísindadeildina. Men tíverri er bert pláss fyri 30-35 lesandi. Sostatt eru mong, ið kundu verið við at lyft økið, men sum ikki sleppa vegna plásstrot.

“Vit mugu loyva hesum fólkunum at velja Føroyar og okkara vælferð til. Tí vit hava veruliga tørv á teimum. Hinvegin kann tað heldur ikki vera rætt, at fólk bert føla at arbeiðið gerst tyngri og tyngri, samstundis sum lønin røkkur styttri fyri hvørt ár,” leggur hon avtrat.

Tí arbeiðir Tjóðveldi eisini við størri ítøkiligum uppskotum og batum á øllum barna-, umsorganar- og røktarøkinum. Hetta er eitt størri arbeiði, ið verður liðugt í heyst. Fyrsti liður í hesum var, at vitja ymsu fakfeløgini og lurta eftir, hvat tey hava uppá hjarta. Vit hava tørv á konkretum boðum og loysnum, heldur enn bert føgur orð.

Tjóðveldi