Fleiri eldraátøk og betri eldratænastur

Seinastu árini
eru fleiri nýggj tilboð skipaði til borgarar í Vágs kommunu, sum eru komnir til
árs. Tilboð sum hava til endamáls at leggja lunnar undir at eldra ættarliðið
kann hava so góðan aldurdóm sum tilber í nærumhvørvinum.



Vágs kommuna
hevur 3-4 ferðir um árið skipað eldramorgunmat fyri tey, sum eru 65 ár og
eldri. Kommunan hevur eisini 2-3 ferðir um árið skipað fyri eldradøgurða fyri
tey, sum eru 65 ár og eldri. Saman við Dansibandsfestivalinum og Hamragarði
hevur kommunan eisini skipað fyri “Syngið og dansið við” tiltaki í samband við
Dansibandsfestivalin.



Hetta eru alt tiltøk,
sum geva okkara eldri møguleikan at koma saman til eitt prát, eina hugnaliga
løtu, samstundis sum okkurt ábit verður borðreitt, meðan tey njóta løturnar
saman – og sjálvandi skulu hesi eldraátøkini halda áfram komandi árini.



Eldraøkið, sum
kommunurnar vara av í felag, skipar fleiri dagar um vikuna fyri venjingartilboð
fyri tey, sum eru 60 ár og eldri, bæði í venjingarmiðstøð, í Vágs Høll og í
Páls Høll. Okkara eldri kunnu sostatt við góðari vegleiðing frá fysio- og
ergoterapeutum virka fyri heilsugóðum árum, nú tey eru komin til árs.
Venjingartilboðini eru ein týðandi liður í at arbeiða við fyribyrging, og halda
tey sjálvandi eisini áfram komandi árini.



 



Reingerðartilboð,
felags innkeypsdagar og felags matdagar



Men tíðin er eisini
komin til at leggja afturat eldraátøkunum, soleiðis at okkara eldri ættarlið,
kann fáa atgongd til enn fleiri góð tilboð og góðar tænastur.



Fleiri av okkara
eldri eru í teirri støðu, at tey ikki longur hava somu orku at halda hús og
gera reint, tí eigur eisini at verða sett í verk ein skipan við
reingerðartilboði til tey, sum eru komin til árs. Við royndum og íblástri frá
øðrum kommunum ber til at skipa slíka tænastu, har kommunan rindar ein part og
brúkarin ein part – og eiga okur í felag at taka hetta upp fyrst í komandi ári.



Fyri nøkur eldri
er tað vorðið alsamt truplari at sleppa til handils, bæði at keypa inn mat og
keypa inn klæði ella búnýti. Ein stóran part av lívinum hava flestu okkara
frælsið til sjálvi at fara til handils í matvøruhandlinum og velja júst tann
ostin, sum okkum dámar – ella at fara í klædnahandilin og velja troyggjuna, sum
ein sjálvur dámar. Ein skipan við felags innkeypsdøgum, har flutningur verður
skipaður frá heimi til handils, tryggjar at okkara eldri sleppa at halda fast í
gleðini av at fara til handils.



Onnur avbjóðing
hjá nøkrum eldri í nærumhvørvinum er, at tey til tíðir eru nógv einsamøll, og
tá er tað kanska ikki altíð so hugaligt at matgera til sín sjálvan. Í slíkum
støðum missir ein bæði kensluna av at matgera og tá ein er einsamallur missir
ein eisini kensluna av at eta saman við øðrum. Ein felags matdagur, sum eldri
kunnu skráseta til t.d. eina ferð hvørja viku – har tey eta saman heima hjá
hvørjum øðrum ella úti á felags staði – hevði uttan iva ríkað um gerandisdagin
hjá nógvum eldri.



 



Her er gott at
búgva, eisini hjá eldru ættarliðunum



Okur hava øll
áhugað í, at tey, sum eru komin til árs, fáa so góð ár í aldurdóminum sum
tilber – hetta eru jú tey, sum hava bygt upp grundarlagið, sum okur virka á í
dag. -Á sama hátt, sum kommunan virkar fyri at tilboðini eru góð hjá t.d.
børnum og ungum og barnafamiljum, eigur kommunan sjálvsagt at virka fyri, at
tilboðini til eldru ættarliðini eru góð – tað eru tey eisini, men okur kunnu
eisini gera tilboðini enn betur.



Her er gott at
búgva, eisini hjá eldru ættarliðunum – og lat okkum saman halda fast í góðu
gongdini !



 



Dennis Holm,
borgarstjóri og valevni á Lista E