Etisk virði og javnrættindi


Tá ið Annika Olsen tosar um javnrættindi og etisk virði, eri eg um at fáa spýggjandi vaml.






Tí í 2013 og 2014, tá ið hon sat sum landstýriskvinna í almannamálum, bað eg hana ofta um hjálp, men til fánýtis.






Støðan var tann, at ein lógarheimild manglaði í Føroyum, sum gjørdi tað møguligt at fáa samsýning fyri at ansa eftir einum, sum var millum 18-67 ár.



Mamma hevði tá ikki fingið løn í meir enn fýra ár, tí hon ansaði Ólavi, beiggja mínum, sum ikki kundi vera á bústovni.






Í Sosialinum í viku 50/2013, varð Annika Olsen siterað fyri at hava sagt:



Tað fer at vera torført at seta nakað í gildi við afturvirkadi megi, men eg skal broyta hetta við aldursmarkinum skjótast gjørligt, so tað framyvir verður heimild at veita familjum í líknandi støðu fíggjarligan styrk, óansæð hvussu gomul børnini eru.






Men hóast Annika Olsen sat sum landstýriskvinna í almannamálum til 2015, broytti hon ikki aldursmarkið. Og tískil misti mamma starv og inntøku sína. Ongantíð aftur fekk hon løn.






Annika Olsen hevur seinastu dagarnar skrivað um at eiga skomm, tí man ikki handlar.



Mamma mín var einligur forsyrgjari til eitt sjúkt barn, tá ið Annika Olsen lat vera við at handla.






Støðan er óbroytt. Ólavur býr enn hjá mammu - men hvat ger hann, tá ið mamma ikki orkar meir?



Tað verður sera trupult hjá mær at ansa honum, um man ikki kann fáa samsýning fyri mista inntøku, tá ið man ansar fólki, sum ikki kann búgva á stovni.






Nú er Sólvit Nolsø vorðin landstýrismaður í almannamálum. Kanska vil hann broyta aldursmarkið, so tey, ið bera brek, fáa javnbjóðis rætt í Føroyum?

Margit M. Baadsager