Eitt ófrættakent og ólógligt lógaruppskot

Viðmerkingar frá Føroya Óðalsfelag, til uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd, í.s.v. hoyring í Rættarnevndini 6.apríl 2022.




Tá ið orðið náttúruvernd verður brúkt, verður vanliga hugsað um at verja djór, kykt og plantur. Tað sigur seg sjálvt, at Føroya Óðalsfelag tekur undir við veruligari náttúruvernd, tí eingin veit betri enn vit, at hon er sjálvt grundarlagið undir okkara burðardygga landbúnaði.



Men hetta lógaruppskotið inniheldur eisini ásetingar um náttúruna sum grundarlag undir "mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki".



Og hesi atlit hava hinvegin einki við náttúruvernd at gera.



1. HVØRMANSRÆTTURIN INN GJØGNUM BAKDYRNAR



Parturin ið snýr seg um náttúrvernd og burðardygt virksemi, er longu reguleraður í verandi jarðarlóggávum, meðan seinni liðurin hevur beinleiðis samband til tann partin av orðaskiftinum, ið snýr um gongd í haga, og atlitini til ferðavinnuna sum leggur trýst á myndugleikarnar, fyri at fáa ótarnaða og ókeypis atgongd til at selja upplivingar til útlendingar, inni á privatu ognini hjá føroyingum.



Í §21, stk.1
í uppskotinum stendur m.a.: "…mentunarligt ella upplivingarligt virði.. ella eru samleikaskapandi".



Víst verður til viðmerkingarnar til somu grein: "Ferðsla til gongu við fyriliti kann tó ikki eftir hesi lógini avmarkast í einum landsverndarøki."



Her gongur sjón fyri søgn, at hvørsmansrætturin verður sníktur inn í lógina, so tað hereftir er lógarfest, at ein og hvør, bæði føroyingar og útlendingar, kunnu ganga sum teimum lystir, uttan at tryggja sær loyvi frammanundan frá ognarfólki.



Her verður lógaruppskotið um náttúrvernd misnýtt til at innføra ein lógarfestan hvørsmansrætt.



Sostatt er hendan lóg opinlýst í stríð við galdandi lóggávur, og við Grundlógina.​



2. GRUNDLÓGARBROT



Við at kanna lógaruppskotið sæst týðiliga, at uppskotið er tikið úr útlendskari lóggávu, sum einki hevur við Føroyar at gera, og sum ikki tekur atlit til føroyskar jarðarlóggávur, sum hava sín uppruna heilt afturi í 13. øld. Og jarðarlóggávurnar, sum komu í gildi í 1937, eru grundaðar í somu aldargamlari mentan og siðvenju. Hetta er besta lógarverkið, ið nakrantíð er gjørt í Føroyum.



​Verður verandi lógaruppskot um náttúruvernd samtykt, verður hvørsmansrættur innførdur í Føroyum, uttan at støða er tikin til, hvat skal henda við føroyskari jarðarlóggávum, sum regulera allan landbúnað og lunnindi, ið hoyra til jørðina.



Í §73 í grundlógini
stendur, at ”Ejendomsretten er ukrænkelig. Ingen kan tilpligtes at afstå sin ejendom, uden hvor almenvellet kræver det. Det kan kun ske ifølge lov og mod fuldstændig erstatning”.



Verður lógaruppskotið samtykt, verður gjørt galdandi, at uppskotið er í stríð við omanfyri nevndu áseting í grundlógini. Somuleiðis verður víst á, at undir øllum umstøðum er talan um ognartøku, sum skal gerast við heimild í lóg, og í samsvari við fyrisitingarligar reglur og kærumøguleikar. Somuleiðis verður víst á, at endurgjaldsreglurnar í lógaruppskotinum ikki geva jarðareigarunum endurgjald eftir vanligum reglum. Til dømis fáa teir ikki endurgjald fyri mist søluvirði av ognini.



Við verandi jarðarlóggávum verður rættartrygdin tryggjað í dómstólslíknandi skipanum, sum eru Landbúnaðarstevnan/ Yvirlandbúnaðarstevnan, Friðingarnevndin/Yvirfriðingarnevndin og Útskiftingarnevndin/Yvirútskiftingarnevndin.



Eitt, sum til dømis tryggjar rættartrygdina hjá jarðareigarum er, at Sýslumenninir eru fastir limir í undirnevndunum, og Sorinskrivarin er fastur limur í øllum yvirnevndunum, og at avgerðirnar í yvirnevndunum eru endaligar.



Landsstýrismaðurin hevur einki við hesi mál at gera.



Verður lógaruppskotið samtykt, verða allar hesar nevndir avtiknar. Ístaðin verða settir í verk veikir og vánaligir kærumøguleikar, har jarðareigarar missa bæði ognar- og ræðisrætt, og sína rættartrygd.​



3. OGNARTØKA AV ØLLUM TILFEINGI



Sambært lógaruppskotinum fer løgtingið at geva tí til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismanni, sum varðar av náttúruvernd, náttúrufriðing og landbúnaðarviðurskiftum, nærum óavmarkaða heimild til at gera kunngerðir, har hann fær heimild til at ognartaka hvat sum helst, á einum sera ivasomum løgfrøðisligum grundarlagi. Hetta er í stríð við grundlógina.



Tað merkir í veruleikanum, at ein einstakur landsstýrismaður kann ognartaka ikki bara landbúnaðarjørð, men eisini alt livandi tilfeingi á sjógvi og landi, umframt lunnindi bæði í bjørgum, áum, vøtnum og fjøru.



Tað er ikki á nakran hátt bráðneyðugt hjá løgtinginum at geva einum landsstýrismanni so víðar generellar heimildir. Tekur eitt mál seg upp, kann landsstýrismaðurin sum nú er, til eina og hvørja tíð, ístaðin fara í løgtingið at útvega sær heimildirnar, til eitt ítøkiligt ognartøkuendamál eftir verandi reglum.



Ognarjørðin hevur eina serstøðu sum er kjølfest og tryggjað í grundlógini. Og skulu vit nýta høvið at gera vart við, at vit bæði sum felag og sum einstaklingar, eru fyrireikaði til at stevna eina og hvørja ognartøku, allan vegin til hægstarætt.



​Tilverurætturin hjá ognarfólki liggur í ognarrættinum, og verður hesin skerdur, so máar tað grundarlagið undan okkara lívi og virksemi.




4. ILLA FRÁGINGIÐ LÓGARSMÌÐ



Lógarsmíðið, sum í stóran mun er umsett úr norskum, er ikki í samsvari við føroysk lógarverk. Orðingarnar eru so leysar og lítið hondfastar, at tann einstaki landsstýrismaðurin kann snara og tulka tær, frítt eftir sínum egna tykki. T.d. er hugtakið "Fyrilit" als ikki allýst.



Rættartrygdin hjá jarðareigarum er í vanda, og ognarrætturin verður settur til viks. Lógarsmíðið í hesum uppskotinum kann ikki í verandi líki samtykkjast í Løgtinginum, einfalt sagt, tí tað grundleggjandi er ólógligt. Harumframt verður víst á, at ognarrætturin hjá jarðareigarum verður skerdur, og týðandi partur av ræðisrættinum verður latin miðfyrisitingini at stýra. Hetta er opinlýst í stríð við alla jarðarlóggávu og allan endurgjaldsrætt.



Avleiðingin verður, at landsstýrismaðurin fær heimild í kunngerðum og í reglum, at skerja rættindi hjá ognarfólki við øllum møguligum ásetingum, sum fara at gera tað ógjørligt at reka landbúnað, og sera ótrygt hjá landbúnaðinum at gera íløgur í nakað framtíðar landbúnaðarvirksemi. Við hesum liva allir jarðareigarar í varandi óvissu.



Fyri at taka nøkur ítøkilig dømi afturat burtur úr rúgvuni, so verða heimildirnar, sum landsstýrismaðurin fær í kap. 4 í lógaruppskotinum (§18-§31), til at áseta verndarøki, so víttgangandi, at útrakstur av seyði vm. í haga, sum vit kenna hann í dag, verður munandi darvaður og í fleiri førum heilt ógjørligur. Sostatt verður hetta helst eisini tað størsta inntrivið í føroyskt húsdjórahald í fleiri hundrað ár.



Harumframt hevur uppskotið við sær, at stórt sæð øll lunnindi verða tikin frá jørðini. Til dømiscverður ásett í § 6, stk. 3, at “livandi tilfeingi í áum og vøtnum” (t.d. laksur og síl) frá jørðini, skulu leggjast inn undir løgtingslóg um sjófeingi. Somuleiðis verður rætturin til fuglaveiðu loystur frá jørðini (§ 7), og lagdur inn undir fyrisitingarmyndugleikan.



Í báðum førum er talan um beinleiðis ognartøku, sum er í greiðari andsøgn við § 73 í grundlógini. Tað er púra burturvið at taka ognarrættin frá ognarfólki, og flyta rættindini hjá fólkinum til ein landsstýrismann at luta rættindini út, t.d. til vinnulig seráhugamál.



Og um ognarfólki ikki aktar boðini frá miðfyrisitingini, kunnu sektir og tvingsilsbøtur áleggjast teimum. Tað stutta av tí langa er, at ognarfólkið við hesum missir ræðið á sínari egnu ogn og matrikulnummari. Tað fer sjálvsagt ikki at verða góðtikið.



5. NÁTTÚRUVERND?



Vilja vit verja náttúruna, so eru avgerðarrætturin og vitanin hjá okkum, sum fáast við landbúnað úti í lokalu økjunum, tann besta fortreytin fyri, at javnvágirnar í náttúruni verða varðveittar á burðardyggum grundarlagi. Hetta eru fólk, sum ofta í fleiri ættarlið hava havt jørðina í hondum, og sum kenna vøkstur og djóralív á staðnum betur enn nakar annar. Vilja vit verja náttúruna, so má hendan aldargamla mentanin úti um landið virðast og varðveitast.



Men verður hetta lógaruppskotið samtykt, verður avgerðarrætturin til at umsita náttúru, vøkstur og djóralív tikið frá teimum sum hava best skil fyri tí, og flutt til eina miðfyrisiting langt frá lokalu økjunum, sum hvørki hevur kenslu av, ei heldur vitan um tey lokalu viðurskiftini.





Er endamálið við lógini náttúruvernd, so er hetta lógaruppskotið ikki eitt stig tann rætta vegin, men heldur ein grov avlaging av tí náttúrufyrisiting, sum vit longu hava í verandi skipan, við hagastevnu og grannastevnu.



Í verandi jarðarlóggávu er hetta kjølfest lokalt. Tað er ikki av tilvild.



Gevur løgtingið einum einstøkum landsstýrismanni so víðfevndar hemildir til at ognartaka landbúnaðarjørð, so fer trýstið á hendan einstaka persónin at verða ovurhonds stórt, serliga frá nøkrum fáum pengasterkum ferðavinnuaktørum í miðstaðarøkinum, sum ikki hava náttúruvernd sum sítt fremsta áhugamál.



Um allir heimsins íbúgvar kunnu koma til Føroyar, og uttan avmarkingar fáa frítt at fara allastaðni, so verður eftir fáum árum als eingin føroysk náttúra eftir. So kann Visit Faroe Islands prenta so nógvar faldarar sum tey vilja, ið áleggja ferðafólki at fara væl um. Men avleiðingarnar fyri náttúruna kenna vit tíverri alt ov væl, frá øðrum londum, við alt ov nógvum ferðafólkum. Kanningar vísa, at fólk fer nógv verri við náttúruni enn fæ. Og samanbera vit Føroyar við væl størri lond, við væl størri vídd av náttúru, so sigur tað seg sjálvt, at okkara lítla oyggjaland er serliga viðbrekið, og at vit hava skyldu at verða serliga ansalig.



Andsøgnin hjá ferðavinnuni er eyðsýnd. Við teirra lýsingaherferðum, sum selja Føroyar sum eina ”óspilta” náttúru-uppliving, eru tey samstundis við til at oyða ta náttúru, sum tey selja føroyar uppá.



6. MATVØRUTRYGD?



Galdandi lógir eru ikki bara besta vernd fyri náttúruna sjálva. Galdandi lógir eru eisini ein trygd fyri okkara egnu føroysku matvørutrygd. Í Føroyum hava vit framvegis ein siðbundnan landbúnað sum okkara grannalond øvunda okkum. Okkara gagnnýtsla av tí sum jørðin ber, og av teim lunnindum sum hoyra til jørðina, er væl grønari enn hjá grannalondunum. Hon er grundað í vistfrøðiligum skipanum og lokalum smábrúkum úti um alt landið sum virða og verja náttúruna. Hon er sjálvt grundarlagið undir okkara egnu matframleiðslu.



Vit hava eina sterka sjálvbjargnismentan sum ikki bara tryggjar eini 10.000 fólkum um alt landið eitt kærkomið ískoyti til húsarhaldið, men eisini tryggjar hon øllum Føroya fólki atgongd til heilsugóðan mat. Í einum ótryggum umheimi har kríggj og matvørukreppa valda, tosa nú øll heimsins lond um týdningin av matfullveldi.



Vilja vit gerast meira sjálvbjargin við okkara egnu føroysku matvørum, so mugu vit stuðla okkara egnu heimaframleiðslu. Tí má føroyska jørðin fyrst og fremst gagnnýtast til burðardygga matframleiðslu, hjá føroya fólki.



Men hetta endamál tryggja vit ikki, við at kollvelta alt grundarlagið undir føroyskum landbúnaði. Landbúnaðarjørðin skal ikki bara kunna ognartakast við einum pennastroki, frá einum einstøkum persóni. Hetta vildi verið ábyrgdarleyst. Stórar fyristingarligar avgerðir, við stórum avleiðingum, skulu hinvegin tryggjast, við neyvum og drúgvum fyrisitingarligum mannagongdum, og ikki minst kærumøguleikum sum uppfylla rættartrygdina hjá einstaka borgaranum.​



Á omanfyristandandi grundarlagið heita vit á allar limir í Rættarnevndini, um at vísa hesum ófrættakenda og ólógliga lógaruppskotinum frá sær.​



Vegna Stýrið í Føroya Óðalsfelag
Niels Thomas Pedersen, formaður
Føroya Óðalsfelag
www.odalsfelag.fo
fo@mail.fo