Eingin broyting

Nú hava vit hoyrt frá tveimum síðum um broytingar/batar kontra eingin bati.


Eg var við til fleiri ljóðmátingar á Skálafjørðinum fyri skjótt einum ári síðani. Úrslitið av hesum mátingum vístu í ringasta føri nakað undir og nakað yvir 60 desibell av teimum mest larmandi skipunum. 

Hvat ger Kommunufelagið og hesir ógegnigu menn so? Jú teir seta markið júst á hetta talið. T.v.s. teir sikra sær, at teir ringastu larmararnir sleppa ígjøgnum meskarnar. Við tí úrsliti, at eingin broyting verður. Okkurt hendinga skip hevur gjørt eitt átak og er blivið friðarligt, men flest øll, sum hava havt møguleikan nú í mong ár at gjørt nakað við trupulleikan hava einki gjørt. Við hesi kunngerð hevur kommunufelagið bert legalisera síni egnu ólíkindi. Og fólkið, sum er grannar hjá hesum havnum má og skal liva víðari við hesum trupulleika.

Í seinasta breddanum fingu vit at vita, at tann øðiligi roykurin, sum var er so at siga burtur í dag. Hetta er bara deilvís rætt. Liggur ættin at landi er ikki serliga stuttligt at fáa osan frá hesum øðiligu skorsteinum á seg. Tað merkist sanniliga!

So, hesi øðiligu skip hava verið og eru framvegis ein plága fyri fleiri havnir og teirra nærmastu grannar!

vh.
Jónsvein Simonsen
nevndarlimur í Heimafriði