Eftirmeting av eldraøkinum

Niðurstøðuna um, hvørt endamálið er rokkið, við at lata kommununum eldraøkið, - at ábyrgd og umsiting tættari brúkararnum fór at geva eina betri tænastu - letur arbeiðsbólkurin lesaran sjálvan um.




Annars er eftirmetingin áhugaverd. Vit hava eisini bíða spent eftir henni, væl vitandi, at tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu eftirhyggjast.




Eitt nú verður staðfest, at vit í Føroyum hava lutfalsliga fleiri búpláss fyri hvønn eldri borgara enn í Danmark, eisini um mongu eldrabústaðirnir í Danmark, sum vit jú ikki hava her heima, verða tiknir við. Tað leiðir til spurningin, um vit í Føroyum hava troytt allar møguleikar fyri, at okkara eldru kunnu verða longri heima. Ì øllum førum megna vit í løtuni ikki at veita øllum búpláss, sum eru mett at hava tørv á tí.




Sum heild halda kommunurnar, at lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. virkar væl, men serliga markamótini eru ein avbjóðing. Júst hesin parturin kennist eitt sindur ørkymlandi at lesa, men havast má í huga, at markamót vera altíð; spurningurin er, hvar tey liggja frægast.



Sæð frá einum politiskum og fíggjarligum sjónarmiði er tað óheppið við dupultfunktiónum, serliga tá hugsað verður um avbjóðingarnar bæði almennaverk og eldraøkið hava og fara at hava við starvsfólka- og fíggjarorku. Tilvitað hevur man ikki tikið brúkarar og starvsfólk við í eftirmetingini. Serliga viðv. markamótum hevði tað annars verið viðkomandi, hvussu tey kennast frá brúkara- og starvsfólkasíðu.




Tær fólkaræðisligu avbjóðingarnar í kommunalu samstørvunum verða væl lýstar í eftirmetingini. Alment er annars ikki nógv ljós varpað á hendan partin. T.d. at kommunur kunnu vera í tí støðu, at tær heinta skattapening inn frá borgaranum at lata víðari til aðrar kommunur fyri tænastur og raðfestingar, tær hava lítla ávirkan á. Tað er freistandi í hesum høpinum, at mæla til størri kommunalar eindir, sum í øllum førum lutvís høvdu loyst trupulleikan. Veruleikin er tó, at neyðugi politiski viljin er ikki til staðar, hvørki úti í kommununum, ei heldur i løgtinginum.




Ikki allar kommunurnar eru nøgdar við fíggingarleistin fyri eldraøkið, hóast samlað sæð so nøkunlunda samsvar er ímillum útreiðslur og tilsvarandi inntøkukeldur – forskatting av pensjónunum og afturbering fyri serskattaskipanin. Eftirmetingin ger púra greitt, at við verandi leisti koma kommunurnar sjálvar at bera størri part av útreiðslunum í framtíðini, serliga frá 2026, tá komið er á mál við 12%-kravinum til pensjónsuppsparing, og vøksturin í inntøkunum má væntast at hæsa av. Framrokningar siga, at raksturin av eldrarøktini veksur úr núverandi 532 mio upp í 717 mió í 2030 og 961 mió í 2040. Kjakið um, hvørt og hvussu nógv pensjónsbroytingar hava givið kommununum eyka útreiðslur, lati eg liggja í hesum umfari.




Arbeiðsbólkurin hevur nøkur ítøkilig boð uppá loysnir, harav vit í Framsókn lættliga kunnu taka undir við fleiri. M.a. ljóðar tað skilagott at lata kommununum størri sjálvræði. Bólkurin skjýtur upp, at kommunurnar sjálvar áseta botnfrádrátt, gjøld fyri búpláss og upphæddina á ansingarsamsýningini. Júst skipanin við ansingarsamsýning, har avvarðandi sjálvi eru um síni eldru, verður í løtuni lítið brúkt. Ein orsøk er helst, at samsýningin á kr 10.789 kr um mðn er ov lág. Upphæddin er ikki broytt, síðani eldraøkið varð latið kommununum.




Kommunurnar bera sín part av rentustuðlinum og eitt av tilmælunum er ein stigvís lækking komandi árini. Vit í Framsókn hava fleiri ferðir gjørt vart við, at við verandi bústaðatrotið ger rentustuðulin meiri skaða enn gagn. Nú hava vit enn eina orsøk til at fara undir tilgongdina av avtaka rentustuðulin.




Eisini verður mælt til at dagføra kommunala skuldarmarkið, serliga tí at kravið um at skuldin liggur innanfyri eina árliga skattaálíkning gevur ikki meining longur, nú lutfalsliga stórur partur av inntøkunum hjá kommununum koma frá eftirlønarskatti og afturbering. Í heila tikið halda vit í Framsókn, at fíggjarligi amboðskassin hjá kommununum eigur at verða eftirhugdur, eitt nú tilskundar verandi leistur kommununum at brúka pengar, tá tær áttu at hildið aftur og umvent.




Tað er gott, at eftirmetingin av eldraøkinum nú endiliga er tøk. Í Framsókn fara vit at gera okkara til at loysa avbjóðingarnar, soleiðis at vit framhaldandi kunnu veita okkara eldru borgarum eina góða tænastu.




Aftrat avbjóðingunum av sjálvari útleggingini av eldraøkinum, hava vit jú longu nú stórar avbjóðingar at draga starvsfólk til økið. Eisini hetta er neyðugt at arbeiða miðvíst við. Í Framsókn ótolnast vit eitt nú eftir loysnini við yrkisútbúgving innan eldraøkið, sum landsstýrismaðurin Jenis av Rana sigst arbeiða við.




Ruth Vang
Forkvinna í Framsókn