At tryggja øllum børnum ein mennandi gerandisdag er fremsta skylda okkara, sum kommuna og sum samfelag. Næstan øll børn (omanfyri 95%) undir skúlaaldri eru hvønn dag á dagstovni í Tórshavnar Kommunu. Men umstøðurnar at arbeiða á dagstovnaøkinum eru ikki nóg góðar. Stót trot er á námsfrøðingum, og av teimum sum eru, velja fleiri teirra økið frá, av teirri einføldu orsøk, at tað er ov strævið.
- Námsfrøðingar skulu fáa møguleika at eftirútbúva seg
- fyrireikingartíð
- Leiðslurnar á dagtovnunum skulu fáa leiðslurættin aftur
- Tað skal verða møguligt at arbeiða fulla tíð á dagstovni í Tórshavnar Kommunu
- Frítíðarskúlatilboð til 3. flokk í Badmintonhøllini skal setast á stovn
- Frítíðarskúlin Spírin skal varðveitast
- Børn við serligum tørvi skulu raðfestast
Gott lív til børnini er mítt fremsta mál at røkka, tá eitt nýtt býráð fer til verka.
Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð