Børnini á Barnaheiminum hava uppiborið betri

Ætlanin um at byggja eitt nýtt barnaheim er slept. Ístaðin skulu barnabústovnar byggjast, og børnini skuldu fáa nýggj heim í apríl 2021. Vit eru nú farin inn í 2022, og einki er hent á økinum.

- Talan er um sera sárbær børn, og týdningarmikið er at velja røttu bústaðarloysnina til tey. Tørvur er á einum stórum og sterkum námsfrøðiligum starvsfólkatoymi, sum arbeiðir tætt um hesa avbjóðandi og samansettu uppgávuna. Tað gongur ímóti øllum fakligum tilmælum at spjaða slíkt sernámsfrøðiligt arbeiði, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður.



Nú er nýggjur landsstýrismaður á økinum, og tí hevur Djóni spurt landsstýrismannin, um fakligu tilmælini verða fylgd, og eitt nýtt barnaheim verður bygt í staðin fyri spjaddar barnabústovnar.

Les fyrispurningin her:https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9899