Borgarstjóri ella politikkur?

Sjóneykan hevur verið á borgarstjóraleikluti og í hvønn mun núverandi ella fyrrverandi er betri.





Borgarstjórastarvið er eitt starv fyri seg – sum fevnir um fyriskipan, umsitingarliga leiðslu, nærleika, samstarv og samskifti við fólkið í gerandisdegnum.





Nakað heilt annað er politikkur og stórar linjur!





Hóast vit bert hava havt eitt umboð í býráðnum, sum, eitt nú, hevur stungid  út í kortið og lagt eldraøkið í nýhugsandi karmar, staðfesti eg, at nógv meira átti at komið burturúr á fleiri økjum, bæði hjá hesum og undanfarnu býráðum.





Vit eiga at kunna bjóða tað sama sum grannalond okkara – serliga á bústaðarøkinum, fyri allar aldursbólkar eins og ynskiligar búsamansetingar.





Velja tit tað sama, fáa tit tað sama!





Tí ynskja vit í Framsókn størri leiklutir í komandi setu, breiðari umboðan og ávirkan á nógv fleiri øki.





Vísi okkum álit - vit megna tað!





Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn.