Bacalaobygningurin - vinnuligt virksemi ella spælipláss

Kommunalpolitikkur - 




Bryggjukanturin skapar inntøkur, og leggur eisini lunnar undir okkara vælferð og trivnað, har arbeiðsmaðurin og arbeiðskvinnan forvinnur til dagsins uppihald.





Tí skulu vit framhaldandi skapa inntøkugrundað virksemi til okkara kommunu, við framhaldandi at skapa fortreytir fyri øktum virksemi - sjórelaterað vinnuligt virksemi.





Eg vil virka fyri, at vit hugsa stórt og hyggja fram í tíðina, og leggja lunnar undir øktum virksemi við okkara bryggjukant.





Bacalaobygningurin eigur at verða rivin niður og nýggjur tíðarhóskandi bygningur komi í staðin, sum er sjórelaterað og knýtir seg til tað vinnuliga virksemi, sum er har frammanundan.





Tað eru aktørar í vinnuni, sum hava givið til kennar, at áhugi er fyri at byggja ein nýmótans bygning til sjórelaterað vinnuligt virksemi upp at tí vinnuliga virksemi, sum er har frammanundan.





Hendan møguleika mugu vit ikki lata okkum gleppa av hondum enn einaferð, so hetta vinnuliga virksemið eisini ferð úr okkara kommunu.





Byggisamtyktin loyvir tí, eins og bryggjukanturin skapar inntøkur í kommunukassan, sum aftur skapar vælferð og trivna hjá einari arbeiðarafamilju, har tey kunna forvinna til dagligt uppihald og vælferð.





Tað eru frammi hugskot um at brúka bacalaobygningin til spælihøll. Eg vil viðvirka til heldur at finna annað stað til ein bygning til spælihøll, sum er betri hóskandi.





Inntøkur skulu til fyri at skapa vælferð og trivnað, tí ikki avhøvda hønuna, sum verpir gulleggini.





Annfinn Brekkstein



valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN