All in á Dagstovnaøkinum

 

Eg vil leggja alla
orku í barna- og ungdómsøkið



 



Góði tit øll.



 



Eg havi áður
skrivað, at eg mangan havi verið í døpurhuga, meðan eg havi sitið í Býráðnum
seinastu fýra árini.



 



Eri glað fyri, at
vit hava framt so nógv gott – og at vit hava sett so nógv gott út í kortið, sum
skal gera trivnaðin og møguleikarnar betri hjá fólki. Og ikki minst, at vit
hava viðgjørt fólk eftir somu virðum, hava hildið lógir og ikki hava framt
rossahandlar og seráhugamál.  



 



Men tað er tað,
sum vit ikki hava nátt á mál við, og tað, sum ikki hevur gingið akkurát sum
ætlað, ið eg hugsi nógv um. Og eg havi lært óluksáliga nógv um, hvussu vit
kunnu gera tað betri.



 



Mugu lyfta alt
barna- og ungdómsøkið upp í Býráðnum



Eg havi arbeitt
við nógvum ymsum málum av stórum týdningi í Býráðnum, men eg havi ikki kunnað
farið “all-in” í tað økið, sum eg brenni mest fyri, nevniliga dagstovnaøkið og
børnini.



 



Eg eri ongantíð vorðin meira sannførd enn nú um, at vit mugu
og skulu hava ein politikara og eina ábyrgdarnevnd í Býráðnum, sum burturav
tekur sær av barna- og ungdómsøkinum
.



Harundir sjálvsagt
dagstovnunum og øllum tí, sum skal gerast har saman við okkara dugnaligu
starvsfólkum á stovnunum.



 



Hvat er tað so, ið
eg vil stríðast fyri?



 



Tey serligu
virðini á okkara dagstovnum



Jú, øll sum hava
roynt at flutt frá størri býum uttanlands til Føroya sum barnafamiljur, kunnu
skriva undir uppá: Í okkara vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum, er eitt
heilt serligt virði, sum er tað besta grundarlagið fyri okkara børn og
samfelag. Ein serligur menniskjaligur nærleiki og eitt námsfrøðiligt arbeiði og
umhvørvi, sum námsfrøðingar, leiðarar og starvsfólk hava megnað at skapt –
hóast lágar normeringar, eitt nógv økt barnatal og skiftandi umstøður og
karmar.



 



Har støðið verður
tikið í at møta og fevna tað einstaka barnið. Og í teimum sereyðkennum og
námsfrøðiligu málum, sum hvør stovnur og starvsbólkur hevur skipað. Har tað
ikki eru nøkur abstrakt mál frá “systeminum” ella frá “management-hugsanum”, ið
skulu stýra, sum vit kenna tað aðrastaðni frá.



 



Ein  bólkur av
námsfrøðingum hevur rakt seymin á høvdið við at stríðast fyri hesum virðum, sum
tey hava kallað føroyska námsfrøði. At vit skulu hava føroyskar loysnir – og
ikki avrita skipanir og loysnir úr stórbýum aðrastaðni.



 



Vit kunnu og vilja
gera nakað við tað!



Eg veit, at í so
mong ár, er ikki eitt veruligt lyft gjørt á økinum. Og at broytingin, ið er
framd við leiðsluni á dagsstovnaøkinum í Býráðnum, ikki hevur verið væl
móttikin millum nógvar námsfrøðingar og starvsfólk. Vit áttu sjálvandi at havt byrjað í hinum endanum.



 



Men tað ber væl til at gera nakað við
tað!



 



Nú er á fyrsta sinni í 18 ár, sett
meira peningur av til normeringar. Men tað røkkur lítið við tí eftirsleipi sum
er, og tá barnatalið er økt og krøvini vaksin.



 



Pengarnir mugu á gólvið og til tað
fakliga arbeiðið í barnabólkunum úti á stovnunum. Og vit skulu byggja á tað
umhvørvi og teir førleikar, sum er skaptir úti á stovnunum og lurta nógv meira
eftir vitanini og fakligheitini har í øllum ætlanum.



 



Vit skulu seta minst 10 mió. eyka av
til námsfrøðiliga arbeiðið hvørt árið fram til 2025.



 



Vit skulu halda fast um at hava
útibarnagarðar og útifrítíðarskúlar til tey børn og ungu, sum hava serligan
tørv á tí (og behalda Spíran).



 



Hetta hevur Tjóðveldi sett í sína
valskrá, sum kann lesast á
www.tjodveldi.fo



 



Eg vil leggja alla orku í barna- og
ungdómsøkið, og at fáa framt hesi mál, um eg fái møguleikan eftir valið 10.
november.



 



Turið Horn



Valevni fyri Tjóðveldi á Lista E