Valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

Ískoytisútbúgving til námsfrøðilig starvsfólk í Tórshavnar kommunu

2020-10-26 08:19

Fróðskaparsetrið hevur í fleiri ár, bjóða ískoytisútbúgving til bachelor (B.Ed.) fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar, umframt yvirskipaða námsfrøðiliga leiðslu. Hetta er blivið væl móttikið í núverandi undirvísingar- og mentamálaráði, ið hevur goldið teirra yrkisfólki fyri útbúgvingarnar.

Her hevur Tórshavnar kommuna – við at nýta eitt námsfrøðiligt hugtak, ikki “spælt” við. Kommunan hevur noktað umbønum frá námsfrøðingum og leiðarum til nevndu útbúgvingar, og er tað lítið framsíggið. At játta eitt ávíst tal av umbønum hvørt ár, hevði avgjørt fingið yrkisfólk at verið verandi á námsfrøðiliga økinum í kommununi, umframt høvdu yrkisfólk, væntandi komið aftur á økið at arbeitt.

Seinastu árini hevur kommunan valt at bjóða nýggjum hjálparfólkum á barna- og ungdómsøkinum innleiðsluskeið, og er tað sjálvandi at fegnast um. Nú skulu námsfrøðingar og leiðarar, ið hava áhugað, fáa møguleikan at taka nevndu ískoytisútbúgvingar á námsvísindadeildini, og skal tað gerast uttan kostnað og uttan lønarniðurskurð fyri tey luttakandi.

Bjarni, valevni á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020