Integratiónspolitikkurin sum hvarv í Tórshavnar Kommunu

2020-10-20 08:25

Vit skulu hava ein miðvísan integratiónspolitikk aftur á breddan í Tórshavnar Kommunu.

Eisini í Havn kunnu vitbjóða einum støðugt vaksandi skara av tilflytarum vælkomnum til kommununa. Í løtuni eru tað umleið 1.700 tilflytarar í Føroyum, ca. 100 tjóðskapir og rættiliga nógv ymisk tungumál. Eitt virðismikið fjølbroytni, og øll eru hjartaliga vælkomin. Men vit skylda teimum, sum velja at seta búgv í Tórshavnar Kommunu ein greiðan integratiónspolitikk. Greið rættindi og greiðar skyldur.

Eingin móttøka

Men móttøkan í Tórshavnar Kommunu er ikki nóg góð. Tað er nevniliga eingin verulig móttøka, har nýggir og útendskir borgarar kunnu fáa holla kunning um, hvat kommunan hevur at bjóða, hvørjar møguleikar og hvørji rættindi tilflytarar hava, og hvørji krøv land og kommuna seta til borgarar, sum seta búgv her.

Vinnulívið ger vart við, at tað framvegis er stórur tørvur á útlendskari arbeiðsmegi, og vit síggja eitt vaksandi tal av familjusamanføringum. Tað setur krøv til okkum sum kommuna, tað setur krøv til skúlar og dagstovnar.

Tórshavnar kommuna skal so skjótt sum møguligt tryggja, at ein móttøka verður sett á stovn.

Pengarnir brúktir til annað endamál

Tað sum hendi herfyri var at integratiónssamkiparin í Tórshavnar Kommunu segði upp, og hóast tað staðiliga varð lovað, at starvið skuldi verða sett aftur beinan vegin – er enn einki hent. Peningurin, sum varð settur av til integratiónssamskipan í Tórshavnar Kommunu, er brúktur til onnur endamál.

Tað er ikki gott nokk. Her skal vend koma í beinan vegin, tá nýtt býráð er valt.

Vit hava møguleikan at fyribyrgja at gera tey mistøk, sum onnur lond hava gjørt. Men tað gera vit ikki við at venda blinda eygað og deyva oyrað til.

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar Kommunu