Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Integratión! Eisini svar til Helenu D. á Neystabø

2020-10-20 17:19

Men móttøkan í Tórshavnar Kommunu er ikki nóg góð. Tað er nevniliga eingin verulig móttøka, har nýggir og útendskir borgarar kunnu fáa holla kunning um, hvat kommunan hevur at bjóða, hvørjar møguleikar og hvørji rættindi tilflytarar hava, og hvørji krøv land og kommuna seta til borgarar, sum seta búgv her. (HDáN)

Sum forkvinna á økinum, vil eg fegin gera viðmerkingar.

Sjálvsagt eru vit ikki ósamdar í hesum, hóast eg haldi tað vera torført at byrja við diskinum ella móttøkuni, áðrenn ‘vøran’ er á hillini. Tað haldi eg elva til størri ónøgd.

Tí hava vit fyrst arbeitt við at skipað økið millum land og kommunu, við áheitan á landsmyndugleikar um integratiónslóg, um rættindi og uppihaldsstøðu hjá tí einstaka, um lóggávu/skipanir við aðrar myndugleikar, so sum Útlendingastovuna, Als og Almannaverkið.

Eisini hevur kommunan verið virkin og havt ynski um at skipa nýggjan leist til tilflytarar at læra føroyskt. Uppritið hevur gjørt týðandi mun í drúgva samskiftinum við almennar myndugleikar, og ynskið  hjá kommununi um differentieraða undirvísing, og tørvin á fakútbúnum lærarum í hesum sambandi, sæst nú aftur í tí sum Mentamálaráðið ætlar at seta í verk, til tilflytarar.

Eisini hava vit, sum kommuna lagt upp til, at persónar hava staðið eina hóskandi málroynd, fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, mest fyri at eggja tilflytarum at ogna sær málkunnleika.

So man kann siga at vit brynja okkum til diskin og fullfíggjað móttøku.

Tað sum hendi herfyri var at integratiónssamkiparin í Tórshavnar Kommunu segði upp, og hóast tað staðiliga varð lovað, at starvið skuldi verða sett aftur beinan vegin – er enn einki hent. Peningurin, sum varð settur av til integratiónssamskipan í Tórshavnar Kommunu, er brúktur til onnur endamál.

Tað er ikki gott nokk. Her skal vend koma í beinan vegin, tá nýtt býráð er valt. (HDáN)

Eisini her samdist eg partvís við teimum, sum høvdust at mannagongdini. Men eg haldi ikki málið hava tann karakterin, sum tað her verður gjørt til, at integratiónspolitikkurin er horvin.

Hinvegin kann eg, í bakspeglinum, síggja nakað skilagott í at bíða við formaliseringini av nýggjum arbeiði, til nýggj trivnaðarnevnd ella møguligur nýggjur ábyrgdarpolitikari er knýttur økinum, í samb. við val av nýggjum býráði.

Ikki tí eg ivist í um samskipari skal setast, men sum Helena Dam á Neystabø so rætt segði tað á síðsta fundi, so ger samskiparin einki einsamallur og tí er gott, at hann, a propos, er integreraður í politikarum, sum mynda økið.

Tí økið ersamansett. Sum kunning vil eg halda áfram og lýsa fýra høvuðsøki.

Stovnslig integratión

Tilknýti til eitt nú arbeiðsmarknaðin, dagstovnar, skúlar og líknandi.

Mentanarlig integratión

Málsligir førleikar, innlit í mentan og tað livaða lívið.

Sosial integratión

Felagslív, frítíð og gerandislig sambond við fólk

Politisk integratión

Luttøka í fólkaræðinum og í samfelagnum.

Tað sum hevur ligið í kortunum er at stápla upp á beinini eitthvørt tilboð, sum onkursvegna gongur uppá tvørs av øllum hesum, soleiðis at tilflytarin mennist innan fleiri punktir samstundis. Talan hevur verið um pilotprojekt og skipað starvsvenjing til tilflytarar.

Eisini er hóskandi at umrøða eina møguliga verkætlan til námsfrøðingar, sum hevur til endamáls at brynja teir til samskifti av hesum slagi, har talan bæði er um børn, foreldur og tvørmentarnarligar avbjóðingar, fyri at integratiónin kann gerast so góð sum til ber.

Eg nevni bara hesi dømini fyri at undirstrika, at eitt er hvat vit politiskt gera, men hetta flættast inn í nógvar stovnar og samfelagsøki, og tað er av sera stórum týdningi, at vit øll taka á okkum hesa uppgávu og hjálpa til í øllum leikum.

Í 2019 samdust vit um at at skipa integratiónsøkið sum fast virkisøki í kommununi, har dentur varð lagdur á at økið skuldi skipast í tveimum, - ráðgeving og strategi inneftir í kommununi, og hitt beinið, var tiltøk úti í samfelagnum sum Diversity Week o.a., eins og økið bleiv skipað sum egið rakstrarstað í fíggjarætlanini.

Tórshavnar kommuna vil fremja eitt millummentanarligt umhvørvi – har kommunan og borgararnir hava eina grundleggjandi fatan av og virðing fyri teimum ymisku mentanum, sum allir borgararnir eru partar av.

So lendið er taðað, leistur er lagdur, nakað er komið í gongd og hugaligari verður at leggja til brots hjá komandi Býráði.

Bergun Kass, býráðslimur og valevni fyri Framsókn.