Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Innandura rørsluhøll

2020-10-22 12:40
Kommunalpolitikkur -  

Innan tvey ár skulu vit hava eina innandura rørsluhøll í Tórshavnar Kommunu.

Høllin skal rúma aktivitetum fyri borgarum í øllum aldri; børn, ung og vaksin. Tað er sera umráðandi at fáa serliga børnini frá skúlaaldri og uppeftir burtur frá talgilda heiminum og út (inn) at røra seg.

Tað er eingin loyna, at tað er blivið ein stórur trupulleiki fyri øll fólk at handfara tøknina, sum vit sita kleprað til í døgndrift. Tað er ein samfelagstrupulleiki, ið vit mugu taka í álvara. Børnini eru bundin at teldlum og tey ungu og vaksnu at teirra telefonum.

Kanningar vísa, at serliga børn røra seg minni og gerast tyngri - hetta kann seinni elva til vælferðarsjúkur, ið kunnu kosta dýrt.

Eg ynski at gera eina høll, ið rúmar øllum aldrum, eisini teimum eldri børnunum og barnafamiljum. Eitt hugskot er at kombinera eina spælihøll og eina x-jump líknandi trampolinhøll. Á hendan hátt kann øll barnafamiljan hugna sær í høllini. Harumframt kundi høllin verið víðkað og eisini nýtt til at húsa einum innandura fótbóltsvølli, sum kann gerast um til skoytibreyt um jóltíðir.

Havnin, sum ein annars framkomin høvuðsstaður, manglar slík útboð. Barnafamiljur skulu trívast í høvuðsstaðnum og stórur tørvur er á slíkari høll.

Afturat hesum, skal Havnin vera attraktiv at vitja hjá útjaðaranum. Barnafamiljur úr øðrum býum og bygdum skulu hava møguleikan at koma til høvuðsstaðin at halda vikuskifti og við teimum nýggju gistingarmøguleikunum er tað upplagt.

Eisini er hetta ein fyrimunur hjá ferðavinnuni, sum fær ágóðan av fleiri gistingum frá føroyingum, ið ferðast í egnum landi.

Petrina Berg á Lag

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN