
Mattorg á Frúutrøð
2020-11-08 18:15
Tað skal vera hópin lættari at fáa fatur á góðum føroyskum matvørðum. Tí skulu vit gera eitt innandurða matvørðutorg, har fiskimenn, bóndur, framleiðarar av grønmeti og onnur kunnu selja teirra vørður. Skipanin kann verða, at fólk leiga seg inn fyri ein dag ella eina viku í senn, og selja teirra vørur. Og sjálvandi skulu fólk uttanfyri kommununa eisini hava møguleika til at selja á torginum.
Ein kann hugsa sær alskyns mat á einum slíkum torgi. Frá fiski og øllum hugsandi sjógæti, til villan fugl, heimafugl, alt gott frá slaktinum, harur og alskyns grønmeti. Bara hugflogið setur mørkini.
Torgið kundi verið staðsett á Frúutrøð, har
gamla barakkin stendur. Eitt stórt parkeringspláss er beint við, og hetta hevði
eisini fingið lív í henda partin av býnum. Tað nýtist ikki at verða so dýrt,
bara ein bygningur so seljararnar kundu sloppið undir tak, í staðin fyri at
standa úti.
Ronnie Thomassen, valevni á lista E.