
Borgarstjóri ella politikkur?
2020-11-08 13:30
Sjóneykan hevur verið á borgarstjóraleikluti og í hvønn mun núverandi ella fyrrverandi er betri.
Borgarstjórastarvið er eitt starv fyri seg – sum fevnir um fyriskipan, umsitingarliga leiðslu, nærleika, samstarv og samskifti við fólkið í gerandisdegnum.
Nakað heilt annað er politikkur og stórar linjur!
Hóast vit bert hava havt eitt umboð í býráðnum, sum, eitt nú, hevur stungid út í kortið og lagt eldraøkið í nýhugsandi karmar, staðfesti eg, at nógv meira átti at komið burturúr á fleiri økjum, bæði hjá hesum og undanfarnu býráðum.
Vit eiga at kunna bjóða tað sama sum grannalond okkara – serliga á bústaðarøkinum, fyri allar aldursbólkar eins og ynskiligar búsamansetingar.
Velja tit tað sama, fáa tit tað sama!
Tí ynskja vit í Framsókn størri leiklutir í komandi setu, breiðari umboðan og ávirkan á nógv fleiri øki.
Vísi okkum álit - vit megna tað!
Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn.