
Tað góða hugskotið
2012-10-07 20:22
Stuðla vit í nóg stóran mun teimum góðu hugskotunum, sum kunnu skapa verulig útlit fyri vinnulívi og mentan í høvuðsstaðnum?
Vit kunnu læra av íslendingum
Reykjavík hevur Nýskøpunarmiðstøðvar Íslands. Her kunnu íbirtarar og smærri fyritøkur leita sær ráðgeving og fáa fíggjarligan og annan stuðul til at koma í gongd ella at troyta møguleikar uttan fyri landaoddarnar. Fyri at fáa mest burturúr førleikum og hentleikum hava íslendingar valt at samskipa alt virksemið og leggja tað í ein stovn, ið hevur høvuðssæti í høvuðsstaðnum. Íslendingar hava eina sterka íverksetaramentan og hava sæð týdningin av at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Nýskøpunarmiðstøðvar Íslands vekjur í hesum døgum ans í øðrum londum, tí stovnurin hevur verið dyggur gróðrarbotnur fyri nýggjum vinnum og arbeiðsplássum í Reykjavík og kring alt landið.
Nýskapanar-
og granskingarmiðdepil í Havn
Vinnuframi og Íverksetanarhúsið hava fólk og førleikar,
sum hava eitt ómissiligt virði fyri vøkstur og vælferð í hesum landi. Eg kann
nevna Guðrun & Guðrun og Green IQ – hugskot, ið hava hepnast við stuðli og
ráðgeving frá teimum. Vit eiga eisini aðrar týðandi stovnar og grunnar, sum
veita framtakshugaðum stuðul. Í hesum tíðum, har almennir stovnar annahvørt
verða avtiknir ella lagdir saman, áttu vit at sæð teir fjølbroyttu møguleikar,
ið liggja í einum samstarvi millum tílíkar stovnar. Men hetta krevur íkast frá øllum
pørtum.
Havnin skal hava ein Nýskapanar- og granskingarmiðdepil,
sum kann kveikja framm nýggj hugskot og veita íbirtarum og smærri fyritøkum hølir,
hentleikar og stuðul. Ein nýskapanar- og granskingarmiðdepil sum kann verða
eitt vakstrarhús fyri vinnulív og mentan í Havn og gera Havnina til
høvuðsstaðin, har fólk vilja búgva.
Stuðlið góða hugskotunum!
Rógvi á Rógvu
Valevni fyri Tjóðveldi