Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ikki eitt stríð men ein møguleiki

2020-11-08 12:50

Nú kommunuvalið er í næstu viku, verður tosað nógv um “valstríð”.

Sjálvur síggi eg hettar ikki sum nakað stríð men heldur ein møguleika. Ein gyltan møguleika hjá okum valevnum at siga okra hugsan, og hareftir vónandi blíva vald, so okur sleppa at gera mun og fáa ávirkan.

Eg ætli mær ikki at stríðast ímóti nøkrum, um eg verði valdur. Men eg vil stríðast fyri tykum borgarum, og tað vil eg gera í samstarvi við hinar býráðslimirnar.

Eg gangi inn fyri, at mann skal samstarva so breitt sum gjørligt óansæð politiskan lit. Eg vóni at blíva valdur, tí eg havi nógv uppá hjarta, sum eg meti kann gera Vágs Kommunu enn betri at búgva í. Men um eg ikki verði valdur, so kenni eg meg eisini tryggan, tí eg veit, at øll valevnini ynskja at skapa eina so góða kommunu sum gjørligt. Men tykur skulu vera hjartaliga vælkomin at umhugsa at seta krossin við mítt navn 10. novembur.

Gott val øll somul!

Ingi Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági