Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ikki bert grønt orkuskifti, men minni nýtsla!

2021-11-15 12:25

Í dag endar veðurlagsráðstevnan, har heimsins leiðarar hava møtst og umrøtt, hvussu vit kunnu tálma okkara útláti fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Nógv fokus hevur verið á ráðstevnuna og á málunum fyri framtíðina – men eg havi ikki hoyrt eitt orð grett um, at vit skulu brúka minni. Allur logikkur sigur mær, at tað er har, vit skulu byrja, um vit skulu gera nakran sum helst mun. Og hetta er galdandi fyri øll, bæði land, kommunur, einstaklingar, húski og fyritøkur. Øll kunnu gera sítt til at brúka minni av óneyðugum – og heldur seta fokus á, hvat veruliga hevur týdning fyri okkum í dag og í framtíðini.

Hetta snýr seg ikki bert um, at vit skulu skifta okkara orkukeldur út, og so koyra á sum vanligt. Tí tað loysir ikki okkara trupulleika við, at vit brúka ov nógva orku. Hví tosa vit ikki um, hvussu vit kunnu brúka minni og broyta okkara lívstíl, og hvussu okkara forbrúkssamfelag er sett saman? Tí skulu vit eisini seta okkum tann spurning, hvat er eitt gott lív og eitt gott samfelag?

Sjálvandi skulu vit leggja um til grøna orku, men vit skulu ikki ganga út frá, at orkutørvurin fer at vaksa og vaksa, eins og hann hevur gjørt. Vit noyðast at minka um orkutørvin.

Gjøgnum allar tíðir hevur verið púra natúrligt at hugsa um ikki at oyðsla og ikki brúka ov nógv av okkara virðismikla tilfeingi á jørðini, men vit gjørdust brádliga so rík (við peningi), at vit gloymdu, at handan øll hesi “tingini” eru bæði nógv tilfeingi og orka brúkt?

Fyrr hevði SEV onkur átøk um, at vit skulu brúka minni, men hvar bleiv av tí? Einaferð hevði SEV eitt átak við einum sangi, sum ljóðaði nakað soleiðis (finni ikki sangin, tí kann hann vera skeivt endurgivin):

Nýt tú streym við skili
Alt í einum bili
fáa tú og landi betur ráð
Til at liva hesum landi á
Og harvið verja vit náttúruna
Til at búgva hesum klettum á

Meira av hesum, takk.