Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Íðkarar eiga at hava atgongd til WC-hentleikar

2020-10-27 16:54

Tey, ið íðka fótbólt, eiga sjálvsagt at fáa atgongd til WC og vatn - eisini tá klubbhús eru stongd, ella ikki liggja nærhendis vøllin. 

Fótbóltsvøllirnir verða dyggiliga brúktir og eru til gleði bæði fyri ungdómin og tey meira tilkomnu. Men núverandi umstøður eru ikki til at fylla vatndunkin ella sleppa sær av við vatnið, tá man er komin á trongd. Hetta hóast kloakfrárenning longu er gjørd. Hetta arbeiðið nýtist ikki at vera kostnaðarmikið, men verður til gleði fyri nógv.

Í mong ár hava íðkarar til fánýtis søkt býráðið um at fáa bygt eitt hóskandi hús við WC og øðrum hentleikum við Eysturvøllin. Neyðugt er eisini við einum tiltrongdum húsi ímillum HB og B36 húsið, sum feløgini hava saknað í longri tíð, og sum hevði verið til gagns fyri feløgini, ið vaksa við rúkandi ferð.

Verði eg valdur í býráðið, vil eg virka fyri, at hetta verður gjørt skjótast gjørligt.

 

Jóhan Carl Dam - valevni á Lista E