Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvussu ætlar kommunan at handfara byggingina?

2022-09-21 12:27

Tá kommunan verður biðin um at broyta, ella sum í hesum førum sjálv tekur stig til at broyta byggisamtyktina, við at goyma seg aftan fyri byggiharran, eru tað nakrar grundleggjandi leiðreglur, sum kommunan altíð eigur at halda seg til.

Kommunan skal seta seg inn í, hvat byggiharrin ætlar sær at byggja.

Nú kommunan hevur avgjørt at fara undir eina tilgongd at gera eina serstaka byggisamtykt fyri ein tann seinasta grøna blettin í miðbýnum, er tað av ovurhonds stórum týdningi, at kommunan setur nakrar púra greiðar reglur fyri, hvat og hvussu ætlanin er at skipa økið, og hvussu bygningurin kemur at síggja út. Lesur man uppskotið til serstøku byggisamtyktina, eru ta sera elastisk krøv sum verða sett til byggiharran. Eitt nú:

a. Tilfarið skal vera býarkent. Er hetta reytt málaður timburklædningur, onkur koksráur klædningur sum hvør vinnubygningur verður klæddur við nú á døgum ella ein ráur og kaldur betongbygningur. Hvør veit.

b. Framsíðurnar skulu tykjast innbjóðandi og hava eitt ávíst fjølbroytni. Man tað ikki vera líka nógvar meiningar um, hvat er innbjóðandi sum tað eru fólk til. Hetta verður nokk eisini sera trupult at handfara og stýra.

c. Tað skulu byggjast í mesta lagi 21 íbúðir og í minsta lagi 135 p-pláss. Í roynd og veru kunnu vit rokna við, at bygt verður 1 íbúð og 200 p-pláss.

d. Bygningurin skal ikki vera hægri enn 13 m frá planeringshædd. Vanligt er at planeringshæddin er undir lendisgólvinum á niðastu hædd, men í hesum føri velur kommunan av einari ikki kendari grund, at staðseta hana nakað væl omanfyri. Kortini verður bygningurin 17,8 m til hæddar.

Vinarliga
Felagið “Grannalív

Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.