Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvørjum skal man nú trúgva?

2021-12-22 10:15

Datt yvir eitt lesarabræv um covid 19 á Portal.fo.

Ein lækni - Jenny í Jákupstovu - helt, at vit vóru farin alt ov langt í okkara royndum at fyribyrgja covid 19.

Eitt sjónarmið!

Hoyrdi so nú í morgun sjálvan aðalstjóran í WHO koma við einari áheitan um ikki at savnast í størri bólkum nú á jólum.

Tí sum hann segði:

“Tað er betur at avlýsa eina veitslu, enn at avlýsa eitt lív”.

Nú standi eg í hesari støðu:

Skal eg lurta eftir WHO og teirra túsundtals serfrøðingum, ella skal eg lurta eftir einum rættiliga nýklaktum lækna Jenny í Jákupstovu?

Sjálvandi velji eg Jenny!!

Har er alt sum týður uppá, at hon er vísari enn allir teir túsundtals serfrøðingar sum ráðgeva heimsins stjørnum í COVID19 málum!!

Signar P. Dam, fyrrverandi kommunulækni