Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvør er álítandi?

2021-11-16 14:47

Í tíðindaskrivi, sum er kunngjørt á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum (1) og endurgivið í fjølmiðlunum í døgunum 13.-16.11.2021, stendur m.a. soleiðis: ”Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum [Pfizer/BioNTech og Moderna] eru ongar afturmeldingar komnar um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur.” Og: “Ongi álvarslig hjáárin eru av koppingarevninum, vit brúka, og tí eigur ongin at ivast í at lata seg koppseta.”

Tann 23.09.2021 (dagført 14.10.2021) varð uppskot lagt fyri ES-tingið um at stovna ein grunn at veita endurgjald til offur fyri covid-19-vaksinur (2). Har verður víst til,

• at EMA (European Medicines Agency) longu hevur skrásett umleið eina millión føri av hjáárinum, harav umleið 550 000 vegna Pfizer/BioNTech og Moderna

• at summi av hesum hjáárinum eru álvarsom

• at EMA vil vera við, at umleið 5000 fólk í ES eru deyð av koppsetingini fyri covid-19 (harav umleið 4000 vegna Pfizer/BioNTech og Moderna)

• at ES hevur góðtikið, at heilivágsframleiðararnir ikki kunnu ábyrgjast fyri møgulig hjáárin.

Hvussu nógv og hvussu álvarslig skulu hjáárinini vera, fyri at myndugleikarnir fara at ivast í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur? Ella í minsta lagi virða rættin hjá fólki til sjálvi at gera av, um tey vilja koppsetast?

Danska Lægemiddelstyrelsen hevur pr. 9.11.2021 fingið til samans 60 491 fráboðanir um ”formodede bivirkninger” av koppseting fyri covid-19. Av hesum viðvíkja 29 110 Corminaty frá Pfizer/BioNTech. Av hesum hevur Lægemiddelstyrelsen viðgjørt 10 442 fráboðanir. Niðurstøðan av teimum er, at flestu hjáárin ikki eru álvarslig. (3)

Norska Legemiddelverket hevur pr. 9.11.2021 fingið til samans 40 068 fráboðanir um ”mistenkte bivirkninger” av koppseting fyri covid-19. Av hesum eru 21 560 viðgjørdar, men ikki endaliga. Viðgjørdar eru 3 591 fráboðanir um álvarslig hjáárin. (4)

Svenska Läkemedelsverket hevur pr. 10.11.2021 fingið til samans 83 972 fráboðanir um hjáárin, harav 42 877 vegna Corminaty. (5)

Hetta eru almenn tøl, og tað verður frá almennari síðu mett, at einans ein lítil partur av hjáárinum verður fráboðaður. Samstundis veksur talið á frásøgnum frá fólki, sum uppliva ikki at verða tikin í álvara, tá ið tey royna at boða frá hjáárinum, eisini álvarsligum hjáárinum. Hesar frásagnir, sum heilsumyndugleikarnir her á landi nevna ”falstíðindi”, eru ofta at finna í afturlatnum bólkum á Facebook, men eisini er alment atkomiligt tilfar. Nøkur fá dømi: nomoresilence.world, vaxtestimonies.org/en, hemali.no, vaccineinfo.dk.

So leingi sum heilsumyndugleikarnir her á landi tvíhalda um, at als eingi álvarslig hjáárin eru, er púra opið fyri leysasøgum og gitingum. Tað mátti sømt seg betur fyri teir at viðurkent, at hjáárin eru, og at kannað væl og virðiliga alt tað, sum er illgrunasamt. Tað hevði um ikki annað bøtt um trúvirði teirra.

1. https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/koppingarevnid-sum-verdur-brukt-i-foroyum-er-trygt/

2. https://www.europarl.europa.eu/doceo/document/B-9-2021-0475_DA.html?fbclid=IwAR1LHo19a3DOmGYwz6WXE8GDZahertDAcFrg9ArnLCCuQB7Wbqxev4jL5to

3. https://laegemiddelstyrelsen.dk/da/nyheder/temaer/indberettede-bivirkninger-ved-covid-19-vacciner/

4. https://legemiddelverket.no/nyheter/meldinger-om-mulige-bivirkninger-av-koronavaksine-per-9-november-2021

5. https://www.lakemedelsverket.se/sv/coronavirus/coronavaccin/inrapporterade-misstankta-biverkningar---coronavacciner#hmainbody2

Leinki til EMA-skráseting av hjáárinum vegna koppingarevnið fyri covid-19 frá Pfizer/BioNTech:

https://dap.ema.europa.eu/analytics/saw.dll?PortalPages&PortalPath=%2Fshared%2FPHV%20DAP%2F_portal%2FDAP&Action=Navigate&P0=1&P1=eq&P2=%22Line%20Listing%20Objects%22.%22Substance%20High%20Level%20Code%22&P3=1+42325700

Elin Henriksen