Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat er sjúkrarøkt??

2020-11-05 00:28

Tað er ein bachelor útbúgvin. 

Tað serliga við professionellari sjúkrarøkt er fokusið á røkt til tann einstaka sjúklingin. Hetta er ikki eitt politiskt lyftisslagorð. Heilt persónsneyv sjúkrarøkt í mun til hvønn einstakling er dagligdagur í professionellari sjúkrarøkt.

Gjøgnumgangandi teoretisk vitan um anatomiina, biologi, mikrobiologi, fysiologi, føðslu, farmakologi, pædagogik, psykologi, psykiatri og sosiologi definerar kunnskap, førleikar og normar í professionellari sjúkrarøkt. Sjúkrarøktarfrøðingurin eygleiðir sjúkligagongdir innan øll hesi øki og syrgir fyri, at læknin hevur so góða kunning um sjúklingin sum gjørligt fyri at kunna taka avgerð um røttu læknaviðger.

Innleggingartíðin er stytt munandi seinastu árini. Og mongdin av teimum, sum hava brúk fyri kompleksari sjúkrarøkt, veksur. Hetta merkir, at tørvurin á læknaviðgerð og sjúkrarøkt er munandi intensiveraður. Hetta krevur sera kompleksa og samansetta vitan og førleikar, sum mugu verða mentir alla tíðina í mun til menningina av teimum viðgerðartilboðum, sum eitt nútíðar sjúkrahús hevur at bjóða.

Professionel sjúkrarøkt krevur eisini autorisatión. Hetta er fyri at kunna veita sjúklinginum trygd. Sama krevst tildømis av læknum. Ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur ikki heimild at brúka sín tittul uttan autorisatión. Og verður sjúkrarøktin ikki veitt samvitskufult og í professionellum umhugsni, kann sjúkrarøktarfrøðingurin missa rættin at útinna sjúkrarøkt.

Sjúkrarøktarfrøðingurin er eitt menniskja, ið hevur lært at bera seg professionelt at, óansæð hvør støðan er. Sjúk fólk eru bæði glað, stuttlig, óð, svøk, tung í huga, práta, tiga, syrgja, gráta, flenna, rópa og skelda. Hóast sjúkrarøktarfrøðingurin hevur lært at bera seg professionelt at, so kann mongdin av slíkum løtum verða sálarliga skaðilig, eins og nógvar kroppsliga tungar uppgávur kunnu verða kroppsliga skaðiligar.

Læknin veit, hvat slag og hvussu nógvan heilivág, ein sjúklingur skal hava, og situr eisini við heimildini at avgera hetta. Tó er læknin neyvan førur fyri at fara eftir, gera tilreiðar og geva sjúklinginum heilivágin. Tað eru bert sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava hesa uppgávu undir hond í tí dagliga á øllum sjúkrahúsdeildum í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur eisini ábyrgd at uppdaga skeivar avgerðir um nøgd og slag av heilivági eins og at eygleiða virkningin av heilivágnum.

Professionel sjúkrarøkt hevur eisini fokus á umstøðurnar hjá sjúklinginum og á alt samfelagið. Korona og verkfallið eru feskastu dømi um tað. Korona, eins og allar aðrar farsóttir, setur sjúkrarøktarfrøðingin í persónligan vága. Eitt avmarkað verkfall, sum vit síggja í løtuni, skerjir møguleikan at forhandla løn, men hóast hetta setur sjúkrarøktarfrøðingar samfelagið framum. Eitt rættiligt verkfall hevði havt deyðiligar fylgir - eingin ivi um tað.

Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir um dagin. Um kvøldið. Um náttina. Á páskum. Á jólum og á nýttárinum. Vert er at nevna, at vaktin jólaaftan ikki gevur meiri í løn, enn ein onnur kvøldvakt eitt vanligt sunnukvøld.

Sjúkrarøkt er ein ómetaliga stór ábyrgd.

Heldur tú, at tað er í lagið, at sjúkrarøktarfrøðingurin telist millum landsins lægst løntu?