Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hugleiðingar um Føroyingahavnina

2022-08-18 06:26

Kanska hava vit føroyingar fingið eitt skot fyri bógvin. Hví kunnu vit ikki eisini gera ein dokumentarfilm um Føroyingahavnina og virksemið har.

Leitaði mær niðan í Norðurlandahúsið sunnukvøldið at síggja filmin, ”Da vi var på Grønland”, sum snúði seg um fiskaríið í Vesturgrønlandi.

Eg átti nógv hundrað spor á bryggjuni í Føroyingahavnini, niðan eftir tí longu træbrúnni og víðari niðan á Sjómansheimið. Og sjálvandi vóru tað teir, sum høvdu uppaftur fleiri fótafet har enn eg.

Filmurin var ógvuliga góður og professionellur, og snúði hann seg um ta norsku søguna, Velfærdshúsið í Føroyingahavnini, ið norðmenn áttu og høvdu bygt.

Kendi nógvar av teimum skiparum, sum tosað var við. Havi sjálvur tosað við fleiri teirra. Fleiri teirra blivu seinni trolaraeigarar og skiparar, tá línufloti teirra hvarv.

Havi einki ringt at siga um handan filmin, men kundi alt fyri eitt síggja, at alt tað føroyska var sogið úr filminum.

Har handlaði lítið og einki um Føroyingahavnina, og at kalla einki um tað kókandi virksemi, sum var har hvørt summar á Nordafar.

Kanska var eg so mikið býttur, at eg væntaði at síggja tey gomlu minnini frá Føroyingahavnini.

Kanska hava vit føroyingar fingið eitt skot fyri bógvin. Hví kunnu vit ikki eisini gera ein dokumentarfilm um Føroyingahavnina og virksemið har.

Ein dokumentarfilmur við mínum góða vini Jens Eli Ellefsen um allar útróðrarstøðirnar í Vesturgrønlandi varð sendur í KvF, ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir, og er slíkur filmur vorðin fólkaogn

Vit minnast eisini bøkurnar, sum Niels Juel Arge, sáli, sera nágreiniliga skrivaði um útróður í Grønlandi, ”Teir tóku land” og sum sonurin Jógvan Arge helt fram við.

Í 50unum, upp gjøgnum 60ini og upp í 70ini vóru tað at kalla meir ella minni allar familjur í Føroyum, sum høvdu eitt ella annað tilknýti til Føroyingahavnina. Tá hugsi eg um tey hundraðtals føroysku skipini, sum komu inn har at fáa sær útgerð.

Hvussu nógvir eru vit ikki enn, sum minnast, tá missioner Bæk kom oman við posti og bjóðaði okkum niðan á Sjómansheimið til møtir og kaffi.

Góðar og syrgiligar hendingar

Tá ið Nordafar-keiin var liðug, tá skuldi hon verða longsta atløgubryggja í Europa. Síðst í 50unum og upp gjøgnum 60ini var flakavirkið í Føroyingahavnini størsta flakavirki, sum var í Europa, næstan bara mannað við føroyingum.

Hvør minnist ikki bæði tær góðu og syrgiligu hendingar, sum fóru fram har. Týski trolarin Munchen kom inn við eini manning, sum var sera væl nøgd. Teir høvdu fingið fulla last, kom inn til Føroyingahavnina, hesir glaðu týsku sjómenninr, sum skuldu heim til síni kæru. Lítið vistu teir, at minni enn eitt samdøgur seinni, lá stóru partur av teimum lík á Sjómansheiminum. Munchen var sokkin.

Og hvør minnist ikki Doriu-skonnartina ”Santa Maria Magdalena” við millum 80 og 90 monnum umborð, sum á veg úr Føroyingahavnini, rendi á ein boga, suður frá Svartaskeri, og sakk.

Bogin verður í dag róptur ”Santa Maria Magdalena-bogin”.

Og so eru tað allar hinar mongu hendingarnar, sum ikki eru nevndar, men sum ikki eiga at verða gloymdar.

Serliga minnist eg ein heysttúr við ”Fiskanes”. Tað hevði verið nógv arbeiði á flakavirkinum, og menninir høvdu arbeitt sum longst út á heystið. Trupult var at koma heim tá. Vit vóru ca. 35 mans við ”Fiskanes”, men hesir menninir, sum høvdu arbeitt á flakavirkinum mundu verða um 40, ið allir spurdu, um teir kundu koma heim við ”Fiskanesi”. Og allir vóru vælkomnir umborð.

Tá vit komu á Kappan, mátti provianturin skamtast. Tá tað bert vóru 40 koyggjur, noyddust tveir og tríggir mans at deilast um eina koyggju. Og tað bleiv eitt gott vinarlag við hesar fremmandu menninar, sum ikki vóru fremmandir allíkavæl.

Heim við deyðum manni

Men tað, sum var mest hjartaskerandi hjá mær sum 16 ára gamal, var ta ferðina, tá vit høvdu kistina av einum føroyingi, sum var deyður í Grønlandi, heim við ”Fiskanes”.

Minnist væl, tá vit bóru kistina við manninum aftur eftir dekkinum. Tað var nógv fólk komið saman á keiini undir Saltsøluni, tá vit komu heim. Virðingin var stór fyri hesum manni, tí øll, sum høvdu húgvu uppi á, tóku hana av.

Hetta vóru nøkur fá minnir um Føroyingahavnina, og vit føroyingar burdu verði so mikið at okkum komnir, at vit gjørdu ein líka góðan dokumentarfilm, sum tann norski og sum kann lýsa Føroyingahavnina.

Lat hetta ikki blíva tað sama sum við skaldsøguni hjá amerikanska rithøvundanum Ernest Hemingway ”Tann gamli maðurin og havið”, tá fólk komu fram við bátinum hjá tí gamla manninum, yptu øksl og søgdu: ”Hatta passar ikki”.

Mortan Johannesen