Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hon er trygg og effektiv...

2021-10-15 15:08

vaksinan fyri kovidnítjan. Tað er almenni boðskapurin og tað, sum nógv fólk ikki ivast í. Tað við effektivitetinum fari eg at lata liggja og fari í staðin at hugleiða eitt sindur um tryggleikan.

Vit fingu longu frá byrjan at vita, at umleið helvtin av teimum, sum verða koppsett, fóru at fáa okkurt smávegis hjáárin, eins og vanligt er við nógvum koppsetingum. Pínu av prikinum, møði, høvuðpínu, kanska eitt sindur av fepri og hovnan arm. Einar 2-3 dagar, og tað var tað. Bara tekin um, at koppingarevnið virkar. Í onkrum hendinga føri kundi talan vera um ovurviðkvæmi, og tí skuldu øll bíða eitt korter, áðrenn tey fóru til hús.

Seinni komu søgur uttan úr heimi um, at serliga ungir menn kundu fáa hjartatrupulleikar, men vit vórðu skjótt sissað: talan var bara um sera, sera sjáldsamt hjáárin; teir blivu skjótt frískir aftur, og teir kundu annars eisini fáa hjartatrupulleikar av at fáa sjúkuna.

Skuldi tað hent seg, at aðrar søgur um hjáárin funnu leið út í almenningin, so vórðu tær skjótt afturvístar sum tilvild, ræðusøgur ella samansvørjingarástøði; upphugsað av fólkum, sum fingu sína ”upplýsing” av løgnum heimasíðum á netinum.

Men sum frá er liðið, er myndin broytt.

Summi hava fingið óvanlig sjúkueyðkenni ella løgna kenslu í kroppinum vikur og mánaðir eftir, at tey vórðu koppsett. Spurd, um tað kom aftan á koppsetingina og kanska kundi vera hjáárin, er svarið mangan: - Nei, tað ber ikki til. Hetta er jú so langt aftaná, og hjáárin koma beinanvegin.

Kanska er júst hetta ein tann størsta orsøkin til, at tað vardi so leingi, til almenningurin fekk kunnleika til møgulig hjáárin. At tað mátti vera tilvild, tí so leingi var fráliðið.

Talan kann sjálvandi eisini vera um tilvild. Tað kunnu vit halda, so leingi hvør gongur í sínum lag og ikki tosar so nógv um tað. Men so við og við hava alsamt fleiri gjørt vart við seg, finna onnur við somu sjúkueyðkennum, stovna ella finna fb-bólkar at siga sína søgu og samanbera við søguna hjá øðrum - og so fer ástøðið um tilvild at rilla.

Onkuntíð snýr tað seg um vanlig sjúkueyðkenni, sum læknar kenna aftur, men tað snýr seg eisini um heilt óvanligar sjúkrasøgur, har læknar standa á berum. Ung, frísk fólk, ið fáa blóðtøppar. Varandi høvuðpína og svimbul. Pína í vøddum og liðum. Afturvendandi herðindi av krími. Ovurmøði. Lutvíst lamin. Skelvingar í limunum. Menstruatiónsórógv. Útslett ella bløðingar í húðini. Sansaórógv. Osfr. osfr.

Tá ið tey, sum hava upplivað onkra løgna pínu, møði ella sjúku aftan á koppseting, ikki longur ganga einsamøll við hesum, men síggja, at nógv onnur uppliva tað sama, so fara tey kanska at leggja tvey og tvey saman og hugsa um hjáárin.

Men tað er ikki vist. Tí um hetta veruliga eru hjáárin, so kunnu fólk hugsa, at tað ikki er vert at ræða onnur við at siga frá tí. Ella tey ræðast at síggja sína egnu stúran fyri sínum nærmastu í eyguni. Kanska er betur at blunda. Og tað, sum verri er: Um mann við at viðurkenna plágurnar sum hjáárin fer at ivast í álitinum á so nógv grundleggjandi í samfelagnum; tað, sum gevur okkum tryggleika og fótafesti. Hvat nú, um tað veruliga passar, at nógv fólk fáa álvarsom ella varandi mein av koppsetingini? Og vit, sum verða biðin um at vísa samfelagssinni og solidaritet við at lata okkum koppseta? Kanska treyt fyri at varðveita arbeiðið? Og at lata børnini koppseta?

Hvat sigur læknin? Lurtar hann eftir tær og sendir fráboðan inn um hjáárin, ella fært tú at vita, at hetta hevur ið hvussu er einki við nakra koppseting at gera? Um læknin ikki sendir inn fráboðan, veitst tú so, hvussu tú kanst gera tað sjálv/-ur? Hvar og hvussu fært tú hjálp fyri hjáárinini?

Vit fáa einki at vita um, hvussu nógvar fráboðanir um møgulig hjáárin eru í Føroyum. Í Danmark er talan um 59.000 fráboðanir, í Noregi 37.000. Út frá hesum tølum kundu vit væntað millum 300 og 500 fráboðanir úr Føroyum. Tá er alt talt við, sum kann hugsast at vera hjáárin, bæði mild og álvarsom, stutt eftir seg og drúgv. Uppgávan hjá heilsumyndugleikunum er so at taka støðu til, hvørjar fráboðanir kunnu metast at hava uppruna í koppsetingini. Og tað tekur tíð. Tølini sýnast kanska ikki so stór, men tað er vanlig hugsan allastaðni, at bara ein heilt lítil partur av hjáárinum verður fráboðaður.

- - -

Annaðhvørt vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at seta spurningin:

Er vaksinan nóg trygg til, at hópkoppseting kann rættvísgerast og góðtakast, ella verður talið á teimum (annars frísku), sum fáa álvarsom ella varandi mein ella doyggja av vaksinuni, størri enn talið á teimum (annars frísku), sum fáa álvarsom ella varandi mein ella doyggja av kovidnítjan-sjúkuni?

Hesin spurningur er ikki lættur at svara, tí her eru so nógv ivamál, ið loða upp við. Hvussu gera tey hagtøl um sjúk og deyð av kovidnítjan, samanborið við hagtølini um sjúk og deyð av hjáárinum? Verða hagtølini gjørd á sama hátt fyri báðar bólkar?

Hvat kann ein sjálvur gera at fyribyrgja álvarsamari sjúku av kovidnítjan, samanborið við, hvat ein sjálvur kann gera at fyribyrgja møguligum hjáárinum av koppsetingini?

Er munur á, hvussu fólk í vandabólki og fólk, sum ikki eru í vandabólki, eiga at fyrihalda seg, tá ið tey skulu viga fyrimunir og vansar við at lata seg og børn síni koppseta?

- - -

Ein keldulisti til, hvaðan eg havi mínar upplýsingar, hevði fylt nógvar síður, so hann fáa tit ikki. Áhugað kunnu hyggja inn á mín fb-vanga. Havi lisið nógvar bøkur og greinir í tíðarritum og á heimasíðum um kovidnítjan, sæð filmar við samrøðum við serfrøðingar og við vanlig fólk, kannað hagtøl. Og ikki minst: kannað, um keldur tykjast eftirfarandi. Umleið ein tíma um dagin í hálvtannað ár. Haraftrat koma samrøður við fólk, mest beinleiðis, men eisini á messenger. Eg fylgi við í fleiri áhugabólkum á netinum, har fólk, sum eru koppsett, greiða frá sínum hjáárinum og leita sær ráð frá hvørjum øðrum. Vildi ynskt, at stóru miðlarnir viðgjørdu fyribyrging av kovidnítjan og hjáárin av koppsetingini.

Eg lasti ongan fyri at hava latið seg koppseta ella fyri ikki at hava latið seg koppseta. Tað er eitt persónligt val, sum hvør einstakur má taka fyri sítt egna viðkomandi og ómyndigu børn síni, so væl upplýst sum gjørligt, og uttan trýst av nøkrum slag.

Elin Henriksen