
Hetta verður mín arbeiðsháttur, Tróndur!
2012-10-05 04:50
Í dag nýtti valevnið hjá javnaðarflokkinum, Tróndur Sigurðsson, nógvar reglur upp á, hví veljarin ikki skal velja valevnini hjá fólkaflokkinum. Tað er okkara fólkaræðisligi rættur at stilla upp, men vónandi er Tróndur Sigurðsson eisini av tí áskoðan, at tað eru grundgevingarnar og politisku ætlanirnar, ið avgera, hvør vinnur kommunuvalið.
Ikki
ræðsla og ótti.
Tíverri
kemur Tróndur Sigurðsson við hvørgum í lesarabrævinum “Vilt tú stuðla Jørgen og Kaj Leo?”
Semja
Tað
er umráðandi fyri komandi borgarstjóran og komandi býráðssamgongu at samstarva
við landsins myndugleikar. Sama hvør situr við valdið.
Okkara
vælferðartænastur eru tengdar at samstarvinum millum land og kommunu. Alt frá
skúlum og lønum til skatt og barnafrádrátt. Tað krevur samstarv og víðskygni,
um vit framhaldandi skulu menna og betra okkara vælferðartænastur. Ikki
snævurskygni og agg móti ávísum flokki og leiðara. Í hesum føri fólkaflokkinum
og Jørgeni Niclasen.
Vit
hava tíverri dømir, har býráðspolitikarar arbeiða undir somu fortreytum og
fordómum sum Tróndur Sigurðsson. Har land og kommuna ikki samstarva. Har land
og kommuna ikki finna nakra loysn.
Til
eina og hvørja tíð er tað borgarin, ið rindar fyri dugnaloysið.
Spyr
bara næmingarnar í Hoydølum. Teir uppliva dag og dagliga, hvussu vánalig
parkeringsviðurskiftini eru.
Spyr
bara íbúgvarnir inni í Gøtu og Løgmannabreyt, har stórur vegur er asfalteraður
í hoyvíkshaganum, men land og Tórshavnar kommuna kunnu ikki semjast um, hvør
hevur ábyrgdina fyri at gera arbeiðið liðugt.
At
sita við leiðsluni í Tórshavnar kommunu krevur samstarv. Krevur víðskygni. Tað
er okkara ábyrgd sum valevni, at tæna borgarunum í Tórshavnar kommunu.
Sama
hvør leiðari og flokkur situr við valdið úti í Tinganesi.
Hetta
verður mín arbeiðsháttur.
Ætlanir
Viðvíkjandi
politskum ætlanum verður ítøkiliga arbeitt við trimum málum. At hækka
botnfrádráttin hjá kommununi úr 30.000 kr. um árið til 45.000 kr. um árið í
2013. Síðani hækkar botnfráfrátturin til 65.000 kr. um árið í 2017.
Barnafrádrátturin
fyri hvørt barni skal gerast um til ein kekk, so at barnafamiljurnar veruliga
merkja broytingina. Upphæddin skal harafturat hækka til 10.000 kr. um árið fyri
hvørt barn.
Triðja
og síðsta málið verður at gera Kommunuskúlan um til 65 lestraríbúðir.
Kritikkurin hevur ljóðað, at tað er hættisligt at senda lesandi í sopparaktan
bygning, men tað er tað eisini, um einki verður gjørt við bygningin. Sostatt
skulu pengar setast av til umvæling, so at vit kunnu skapa eitt lestrarumhvørvi
í hjartanum í høvuðsstaðnum!
Hetta
eru mínar ætlanir við Tórshavnar kommunu.
Rói B. Poulsen
Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin