
Hesum fari eg at arbeiða fyri
2021-12-17 11:37
Eg havi avgjørt at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag, tí tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag.
Eg fari millum annað at arbeiða við:
• Fáa tilfeingisgjaldið burtur
• Fáa ein góða eftirløn í prosentum ( Reiðarin rindar )
• Fáa túrlongdina niður í 2 mánaðir
• At flotin liggur alla jólahalguna
• At fiskidagarnir verða varveittir
• At okkara fiskipartur hækkar
• At vit fáa góðar eykapartar, fyri okkara serkunnleika
• At minstlønin hækkaðr uppí 2500 kr.
• At skip sleppa at selja fiskin unttanlands
• Fáa botnfiskin um uppboðssøluna, sum verður landaður í Føroyum
• Fáa fríða uppboðssølu av uppsjóvarfiski meinlík tí norsku
• Fáa allar útreiðslur úr sáttmálanum
• Fáa læst býtisprosent tá færri mans eru umborð
Jan Højgaard