Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hendir helst bert í Føroyum

2022-06-07 09:15

Eg var seinasta hósdag úti í Svínoy í arbeiðsørindum.

Á veg inn aftur við Rituni var eitt ensk par við 3 børnum við. Tey vóru farin við tyrluni úr Klakksvík til Fugloyar og komu inn aftur við Rituni.

Ikki er altíð so lætt hjá fremandafólki at ferðast í Føroyum, tí komin til Hvannasunds fingu tey at vita at ongin bussur fór til Klakksvíkar fyri enn 2 tímar seinri.

Onkur annar saman við mær bjóðaðu okkum at taka tey við til Klakksvíkar og blivur tey koyrd niðan til tyrlupallin í Klakksvík har bilur teirra stóð.

So skuldi henda søgan verðið úti, men so var ikki.

Leyðardagin var eg og keypti onkur smáting og setti tey inn á baksetri í bilunum.

Tá lá eitt fototól á dørkinum har. Eg var straks klárur yvir at tað vóru ensku ferðfólkini sum høvdu lagt tað eftir.

Hvar vóru hesi ferðafólkini nú?

Eg visti at tey høvdu búð í Funningi nakran nætur, men skuldu aðrastani teir komandi dagarnar, og heim mánadagin.

Eg ringdi so til tey sum høvdu haft samband við ferðafólkini í samband við koyringina til Klaksvíkar.

Onkur kendi onkran í Funningi, so ringt var hagar.

Seinri fekk eg boð um at kunningarstovan í Runavík helst fór at ringja til mín.

So varð tó ikki, tann sum ringdi til mín, var enski ferðamaðurin, sum greiddi frá at tey høvdu leitað eftir fototólinum, verðið aftur í Klakksvík á tyrlupallinum tó uttan úrslit, og høvdu uppgivi at finna tað aftur.

Ein tíma seinri var hann afturí Klakksvík og fekk sítt fototól.

Hans Hendrik Mikkelsen
verkfrøðingur