Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu.

Heimafrið í Tórshavnar kommunu

2020-11-06 09:00

Tað er ørkymlandi, at fólk í landinum og í Tórshavnar kommunu missa svøvn og mugu flýggja úr egnum heimi orsaka av larmi og væntandi heimafriði. Her er neyðugt við átøkum, soleiðis at málið kann loysast væl og virðiliga.

Loysnirnar eru fleiri. Kommunan skal útbyggja og styrkja um verandi landstreym, soleiðis at tað verður lætt og møguligt hjá skipum at taka landstreym. Flestu skipini eru longu útgjørd til hetta, og sambært SEV er tað eingin trupulleiki at veita streym til hesi skip, m.a. tí skipini partvíst fara at brúka yvirskotstreym, sum jú annars fer til spillis. Skipini skulu haraftrat eggjast til at taka landstreym, m.a. við góðari upplýsing um landstreym við tær ymsu havnirnar. Úrslitið er heimafriður, lægri útlát og minni luftdálking.

Havnirnar hava eisini møguleika at skipa landingartíðirnar betur, soleiðis at skipini ikki leggja at og byrja virksemi á miðjari nátt. Hetta kundi bøtt um støðuna, hóast tað ikki er loysnin sjálv. Kommunan skal eisini eggja skipum at fáa sær ljóðpott, isolerað maskinrúmið, í hesum sambandi eigur kommunan eisini at seta nøkur mark á og krøv til skip viðvíkjandi gangi.


Heimafriður er ein trivnaðarspurningur, sum skal loysast ongantíð ov skjótt. Hesum fari eg at arbeiða fyri í býráðnum.

Elsa Berg,
valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu