Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsudepil – nýtt tilboð og nýggj arbeiðspláss

2020-11-08 08:41

Í grannalondum okkara eru tilboð innan venjing, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, og tilboð um heilsubót og vælveru, týðandi tilboð bæði til einstaklingar, til pør, til bólkar og felagsskapir í samfelagnum, og til fólk við tilknýti til m.a. almanna- og heilsuverkið.

Hesi tilboð verða ofta skipaði í heilsudeplinum við kjarnuvirksemi innan venjing, heilsu og vælveru. Men tilboð av hesum slag eru ikki á sama hátt skipaði í Føroyum, hóast tað er ein greiður tørvur tí.

Sum er, ferðast nógv fólk hvørt ár uttanlands eftir slíkum tænastum, meðan onnur ikki fáa nøktandi tilboð, hvørki í Føroyum ella uttanlands.

Ein heilsudepil innan venjing, heilsu og vælveru er sostatt eitt neyðugt og tiltrongt tilboð til túsundtals føroyingar.

Í Vági og í nærumhvørvinum í Suðuroynni eru bestu karmar í landinum til ein heilsudepil.

Gistast kann í heimligum umhvørvi – og gistingarplássini eru her. Málltíðirnar kunnu bjóðast í hugnaligum kørmum – og har eru longu fleiri veitarar. Og mongu mentanartilboðini í Suðuroynni ríka um upplivilsi á einum uppihaldi á heilsudeplinum.

Venjing og vælvera kann skipast í Páls Høll, sum hevur nýmótans venjingarmiðstøð, og bestu umstøður fyri at venja í svimjihyli, bæði í 50 m. svimjihylinum og í heita barnahylinum. Í Páls Høll er eisini vælverudepil við sauna og gosbaði, heitum pottum, og tveimum massagurúmum.

Venjingar kunnu eisini skipast í nýggju umstøðunum í Marghøllini, sum fevna um m.a. fótbóltsvøll, rennibreyt, fimleikaútgerð og klatrivegg; og í Vágs Høll og á ítróttarøkinum á Eiðinum í Vági. Stórsligna og vakra náttúran í Suðuroynni verður sjálvsagt eisini brúkt sum pallur fyri venjing, heilsu og vælveru.

Heilsudepilin skal eisini bjóða kunning, undirvísing og frálæru innan ymisk økir, sum hava týdning fyri eitt heilsugott lív. Umframt heilsubót, venjing og vælveru, so fevnir tilboðið eisini bæði um tiltøk innan hugna og samveru, og um mentan og list. Og harumframt um náttúruupplivingar í Suðuroynni.

Fyri borgarar í nærumhvørvinum og landinum sum heild er hetta eitt nýtt tiltrongt tilboð um venjing, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heilsu og vælveru – og eitt tilboð, sum er eitt týðandi grundarlag fyri so heilsugóðum lívi sum tilber.

Heilsudepil verður sjálvandi skipaður í samstarvi við privatar veitarar í nærumhvørvinum, og har eru jú ein røð av veitarum við fakligum førleikum innan venjing, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heilsubót og vælveru – alt tilboð og tænastur, sum ein heilsudepil skal rúma.

Í Hveragerði í Íslandi, har tað búgva um 2.650 fólk er ein heilsudepil av hesum slagi. Fólk úr øllum Íslandi og uttanlands við, brúka tilboðini og tænasturnar á heilsudeplinum í Hveragerði – og har arbeiða í dag fleiri enn 100 fólk

Ein heilsudepil í Vági er eitt nýtt tilboð og ein nýggj tænasta, men harumframt fer heilsudepilin eisini at skapa fleiri nýggj størv innan heilsu, venjing og vælveru í Suðuroynni, tí slíkir deplar krevja fólk bæði við og uttan útbúgvin.

Breið undirtøka er í býráðnum fyri at seta á stovn ein heilsudepil í Vági og er eisini breið semja um at raðfesta hetta á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at kommunan í samstarvi við privatar veitarar í 2021 kann seta stovna heilsudepilin.

Sum myndin vísir, so hava okur longu gjørt fyrstu royndirnar á hesum økinum.

Spennandi tíðir fyri framman – og lat okkum saman halda fast í góðu gongdini !


Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E