Heðin Mortensen ikki tjent eina krónu!

2020-11-07 14:33

Heðin Mortensen ikki tjent eina krónu!

Í morgun hevur Eivind Jacobsen eina skitna grein á Vágaportalinum, har hann við gitingum og beinleiðis ósannindum roynir at rógva framundir, at eg sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu skal hava spekulerað í keypi av grundstykki á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík og hartil saman við øðrum hava skorað 400.000 krónur, tá ið stykkið seinni varð selt aftur.

Einki sum helst er í hesi “søgu”, Eivind Jacobsen sjálvur hevur pentað saman við einum endamáli, sum er at skaða valstríðið hjá mær og mínum flokki í høvuðsstaðnum, nú vit nærkast kommunuvalinum týsdagin.

Tað einasta, sum er rætt í íspunnu søguni hjá Eivindi Jacobsen, er at eg saman við fýra øðrum í januar 2017 við 10.000 krónum í part settu á stovn Sp/f Steyrin, tí ein av næstringum mínum vildi keypa eitt vinnustykki á Karlamagnusarbreyt í sambandi við sítt vinnuliga virksemi.

Eg havi ongantíð sjálvur verið uppi í nøkrum vinnuligum virksemi yvirhøvur, men vildi í hesum føri rætta eina hjálpandi hond, so viðkomandi kundi koma í gongd og fáa fígging til keypið av stykkinum. Einki annað!

Minni enn eitt ár seinni kundi viðkomandi sjálvur yvirtaka øll partabrøvini í Sp/f Steyrin, og eg havi einki sum helst havt við matrikul nummar 138L á Karlamagnusarbreyt at gera eftir tann 20. desember 2017. Einki!

Sostatt er einki sum helst hald í “søguni” hjá Eivindi Jacobsen, tí Heðin Mortensen hevur ikki tjent so mikið sum eina krónu upp á nakað grundstykki á Karlamagnusarbreyt. Ikki EINA krónu!

Nú er nokk!

Undrunarvert er, at Eivind Jacobsen sigur sínar keldur vera roknskapir hjá Sp/f Steyrin, Sp/f Lyklakár Hús, Skráseting Føroya, Tinglýsingina og fundarfrágreiðingar hjá Tórshavnar kommunu. Tó hevur hann ikki ómakað sær at spurt nakran av okkum, sum í januar 2017 settu Sp/f Steyrin á stovn og í desember sama ár vóru farin úr felagnum. Gjørdi hann tað, kundi hann fingið alt hetta omanfyri at vita, men tað hevur opinbart ikki havt hansara áhuga, tí so hevði hann ikki havt nakra “søgu”.

Tað er beiskt at verða hunddálkaður av Eivindi Jacobsen – soleiðis “púra tilvildarliga” nakrar fáar dagar undan kommunuvalinum – uttan at hann hevur annað endamál við síni skriving, enn at spilla meg út og ærumeiða meg. Og tað hevur hann megnað so væl, at hann í næstum kemur at hoyra frá mínum sakførara hesum viðvíkjandi, tí nú kann tað vera nokk!

Eitt er, at fólk eru ósamd og hava aðrar tankar um tingini, enn eg havi, men er at fara langt út um mark, tá ið lygnir og ósannindi verða brúkt – uttan sakligar grundgevingar yvirhøvur og vælsaktans eisini ímóti betri vitandi. Eivind Jacobsen man hava verið nakað erligur handils- ella vinnulívsmaður sjálvur, so hart hann heldur seg kunna døma onnur, ið hann hvørki kennir ella tosar við!

Eivind Jacobsen er organiseraður fólkafloksmaður, so har liggur hundurin nokk grivin, nú runublaking tykist vera tað einasta, ið kann hjálpa hansara fólkum í høvuðsstaðnum í tólvta tíma. Men um hann heldur, at hann púra frítt kann hunddálka meg við ósannindum og útspilling, uttan at verða settur til svars fyri tað, so skal hann trúgva umaftur!

Heðin Mortensen

býráðslimur