Havnin skal vera undangongukommuna á eldraøkinum.

2020-11-01 16:18

Ein av høvuðsorsøkunum til at eg stilli upp aftur til býráðið í Havn er, at eg vil virka fyri, at vit fáa ein virðiligan og góðan eldrapolitikk.

Hetta stóra og týdningarmikla vælferðarøkið er lagt til kommununar at umsita. Og Tórshavnar Kommuna skal vera undangongukommuna.

Vit skulu reka ein miðvísan eldrapolitikk, som hevur til endamáls at leggja Lív til árini, og sum hevur til endamáls, at virðismikil lívserfaring hjá eldri ættarliðum verður hoyrd.

Fái eg nakra ávirkan eftir næsta kommunuval í Tórshavnar Kommunu, so skulu vit blíva betri til at hoyra og virða starvsfólkið innan eldrarøktina og heimatænastuna. Tit vita hvat virkar, og hvør tørvurin er.

Míni hjartamál á eldraøkinum

- Vit skulu tryggja fleiri hendur til heimatænastu og røkt.

- Tað skal bera til at arbeiða fulla tíð hjá røktarstarvsfólki.

- Starvsfólkið skal fáa møguleika at lurta eftir brúkarunum

- Hvør stovnur sína leiðslu!

- Greiðar og bindandi reglur fyri rættindum hjá eldri og førleikaskerdum borgarum

- Vit skulu byggja virðiligar bústaðir bæði til sjálvbjargin eldri fólk - og til røktarkrevjandi borgarar.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð