Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg,
valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Havnin skal vera fyri øll!

2020-11-04 22:40

Tað er gott fyri ein høvuðsstað, at býurin er fjølbroyttur og rúmligur. Havnin skal ikki einans vera fyri nøkur fá, men fyri okkum øll, óansæð hvørji vit eru, og hvussu nógv vit tjena.

Ein av størstu avbjóðingunum í Tórshavnar Kommunu er vaksandi bústaðarneyðin. Vit tíma at búgva her, men tað má vera møguligt at búgva her! Okkara borgarar eiga rættindi til tak yvir høvdið, og eitt trygt stað at búgva í til ein sámuligan prís, um tað so er eitt tak, ið tey eiga ella leiga.

Í dag kann kommunan byggja lestrar- og ungdómsíbúðir, luta- og eldraíbúðir (60+). Heimild er ikki hjá kommununi at byggja bústaðir til barnafamiljurnar og onnur, ið mangla bústað. Tað merkir, at kommunan fær ikki gjørt eins nógv, og hon kundi. Men eitt komandi býráð eigur eisini at leggja orku í at fara í samráðingar við landið um at fáa heimildina at byggja íbúðir til enn fleiri, serliga nú Bústaðir ikki fara at sleppa at byggja so nógv í Havnini.

Kommunan eigur eisini at fara undir at byggja lutaíbúðir í samstarvi við Bústaðir og onnur áhugað, eins og Vágs kommuna ger í løtuni.

Soleiðis kann bústaðarneyðin verða loyst í felag millum kommununa, landið og onnur áhugað.
Eingin loysir hendan trupulleikan einsamøll. Í felag mugu vit tryggja okkum, at okkara borgarar hava ein góðan og tryggan bústað at liva og virka í. Hesum fari eg at arbeiða fyri í býráðnum.

Elsa Berg,
Valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu