Havnin skal skína!

2020-11-05 12:30

Havnin skal skína!

Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna og høvuðsstaðurin í okkara landi. Tí er tað við bæði eyðmýkt og stoltleika, at vit í Javnaðarflokkinum bjóða okkum fram til at standa á odda og stjórna Havnini og kommununi, eins og vit so væl hava gjørt tað fyrr!

Okkara fremsta mál er, at Havnin skal skína, so bæði havnarfólk og allir føroyingar kunnu vera ernir av sínum høvuðsstaði. Vit skulu aftur fáa lív í høvuðsstaðin, so hann fer at blóma og vísa seg frá síni bestu síðu. Tey mongu undanfarnu árini hava víst, at tað dugir eingin so væl sum vit.

Vit fara ikki at kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur, og tað mugu tit veljarar heldur ikki gera, tí einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Her kemur einki av sær sjálvum, og vilja vit hava eitt skifti á Vaglinum nú, so nyttar ikki at sita heima týsdagin ella at atkvøða fyri onkrum øðrum!

Skuldi onkur verið, sum ikki hættar sær at fara á valstaðið, ber væl til at greiða brævatkvøðu longu nú á Snarskivuni á Vaglinum ella í Perluni í Tórsgøtu. Vit mugu fáa øll við!

Vit brúk fyri øllum góðum stuðli, tí tín atkvøða kann gera allan munin! Og uppaftur betur, um tú fært onnur við tær, tí tað er so sera umráðandi at fáa øll við, so Tórshavnar kommuna aftur kann fáa eina sterka leiðslu!

Einki val verður vunnið av sær sjálvum, og vit vinna ikki, um vit ikki øll greiða atkvøðu týsdagin og seta krossin á rætta stað. Vit í Javnaðarflokkinum vilja fegin aftur standa á odda fyri Havnini, men skal tað eydnast, mást tú hjálpa til við tíni atkvøðu!

Tí vil eg inniliga heita á øll, ið aftur vilja hava Havnina at skína og Tórshavnar kommunu veruliga at liva upp til heiðurin sum høvuðsstaðin hjá okkum øllum, um at greiða atkvøðu fyri okkum á lista C!

Takk fyri tín stuðul!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin