Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Harra Bjarni Beder, eg vil MEIRA NORMERING!

2020-10-22 21:34

 

Ja eg vil normering! Og har er ongin ivi um tað!  At tú sum eitt javnaðarumboð rópar upp um normering nú er ikki løgið! Tú og restin av javnaðarflokkinum (uttan okkara ávirkan) hava ikki brúkt eina krónu til  eyka norminering í gott 8 ár við borgmeistaranum í Tórshavnar kommunu, tit hava tikið lán, og brúkt pengar og bundið Tórshavnar kommunu niður eitt heilt valskeið. Tit hava ongar pengar sett av til normering til tey sum arbeiða á barnagørðum osv. Ikki ein króna í meira normering! Og nú rópa upp um hettar!  Hettar er skeiv adressa! Tað er ikki núverandi býráð sum hevur ábyrgd av hesum, men tú kanst heldur takka tínum flokki fyri hettar. Núverandi býráð hevur hóast alt hækka normeringina!

 

Eg havi sum hjartamál at arbeiða fyri Tórshavnar kommunu, ongin ivi um tað. Og eg vil hava MEIRA NORMERING inn á allar stovnar í Tórshavnar kommunu, og tað fari eg avgjørt at gera.

 

Eg fari at gera alt eg eri mentur at arbeiða fyri teimum góðu starvsfólkunum, sum dag og dagliga passa okkara børn, tey hava uppiborið bestu arbeiðssømdir og meira NORMERING. Eg fari at arbeiða fyri hesum, og ein stemma uppá meg, hon er ein stemma til fyrimun fyri øll starvsfólk á stovnum og barnagørðum í Tórshavnar kommunu.

 

EG VIL MEIRA NORMERING

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.