Eg stilli upp til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu 2020 fyri Javnaðarflokkin.

Eg vil, at vit skulu skapa góðar karmar fyri fólk í øllum aldri og á øllum støði. Eg brenni fyri, at tey stillu menniskjuni og børnini eisini vera hoyrd, og at tey fáa umstøður at trívast og blóma har tey eru - og soleiðis sum tey eru.

Vit mugu rúma, virða og gera pláss fyri øllum menniskjum. At tað skal vera fyri øll, merkir ikki neyðturviliga, at tað skal vera tað sama fyri øll. Vit mugu møta fólki, vaksnum eins væl og børnum, har sum tey eru, og soleiðis sum tey eru, og skapa teirra bestu karmar saman við teimum.

Eg havi skrivstovuútbúgving innan fyrisiting, og eina AÚ innan samskifti og miðlan og mín stóri áhugi er samskifti. Eg eri 38 ára gomul, búsitandi í Klaksvík, gift sjómanni og eiga vit tríggjar gentur í aldrinum 6, 8 og 9.

Gunnvá T á lista C

2020-10-24 16:33

Nú eg stilli upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu, havi eg umframt valskránna hjá flokkinum eina persónliga valskrá við nøkrum hjartamálum.

Hesum vil eg m.a. arbeiða fyri:

At byggja ódýrar bústaðir, soleiðis at øll hava ráð og møguleika at búgva trygt og virðiligt óansæð inntøkugrundarlag.

At tað altíð verður hugsað um atkomu, bæði í mun til bygging og samskifti. At tað skulu vera eins møguleikar fyri øll at kunna luttaka í samfelagnum, uttan mun til aldur, uppruna ella heilsustøðu.

At finna loysnir soleiðis at øll kunnu ferðast trygt og lættliga í ferðsluni. Hetta við t.d. at fáa sett ferðina niður á ymiskum økjum í býnum, fleiri ljós ið vísa og gera vart við ov nógva ferð, og at gongubreytir eru framvið øllum vegum, sum barnavognar og koyristólar lættliga sleppa uppum o.s.fr.

At fáa matarskipan í fólkaskúlan, so at øll skúlabørnini verða tryggjað heilsugóðan mat í skúlatíðini. Soleiðis skapa vit grundarlag fyri góðum trivnaði og menning hjá børnunum.

At fáa gjørt tjaldingar- og kampingøki. Ikki bert til ferðafólk, men eisini til borgarar í kommununi, so til ber at fara at tjalda ella við kampingvogni í heimligum umhvørvi.

At dagstovnaøkið verður uppraðfest, og serøkið innan dagstovnaøkið og skúla framhaldandi verður ment, so at vit rúma øllum børnum, har tey eru, og soleiðis tey eru.

At gera býin meiri barnavinarligan sum heild. Til dømis: Seta reiggjur upp við busssteðgistøðini og fleiri smá spæliøki runt um ymsastaðni.

At kavrudding, bæði á vegum og gongubreytum, skal uppraðfestast - eisini á smærru vegunum og gongubreytunum.

At fáa fleiri almenn vesi runt um, og fólk til at røkja tey. Tað er ikki neyðugt at skilja millum kyn ella um fólk bera brek ella ikki. Kynsneutral vesi við møguleika hjá øllum at kunna t.d. skifta børnum, og við plássi til tey í ymsum sløgum av koyristólum. Sama við bussskýlinum niðri á Sandinum. Tað skal dagførast og røkjast.

 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin