Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grundleggjandi palliatión í heimatænastuni og á røktar- og ellisheimum má og skal tryggjast við hægri normering!

2020-11-08 19:03

 Tað er átrokandi at vísa á, at ónøktandi starvsfólkanormeringin á ellis og røktarheimunum eisini kemst av, at búfólki í dag er meira røktar- og viðgerðarkrevjandi, enn áður. Fleiri av búfólkunum stríðast bæði við kol, hjarta-kar sjúku, gigt, sálarsjúku og demens. Tey hava tí skerdan førleika og krevst nógv starvsfólkaorka til at geva teimum ein virknan gerandisdag.

 Tey eldru ynskja at búleikast heima, sum longst, og koma tí ikki inn á ellis- og røktarheim fyrr enn tey eru heilt illa fyri – og onkuntíð ikki fyrr enn tey liggja til tað síðsta. Her liggur ábyrgdin av røktini og fyrisitingin av viðgerðina  hjá starvsfólkunum. Ofta verður einans tosa um at styrkja starvsfólkaførleikarnar og betra tvørgeiraliga samstarvið, umframt gera atgongdina til serkunnleika atkomiliga. Men tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja at starvsfólkanormering er nøktandi til at røkja hendan partin av kjarnuuppgávuni á røktar- og ellisheimum. Sama ger seg galdandi fyri heimatænstuna, ið skal styrkjast, so tann palliativa røktin og viðgerðin kann røkjast nøktandi av heilsustarvsfólki.

Fyrsta tilmæli um palliatión  í Føroyum kom í 2001, og síðan 2005 hava palliativa toymið og palliativa eindin virka í føroyska heilsuverkinum. Palliativ røkt og viðgerð snýr seg m.a. um at linna pínu, vátta lívið og fata deyðan sum eina natúliga gongd. Eisini snýr tað seg um at taka við sálarliga og andadaliga partin við í umsorganini. Palliatión krevur eitt tvørfakligt samstarv millum prest, sálarfrøðing, sjúkrahúsdeild og aðrar viðkomandi stovnar.

 Hóast palliatión er ein sergrein, eitt ábyrgdarøki hjá heilsuverkinum og staðfest á landssjúkrahúsinum, verður grundleggjandi palliativ røkt og viðgerð veitt í kommunalageiranum. Fyrimunirnir við at hava eitt Hospice, er at sjúklingurin er á einum optimalum røktarumhvørvi við starvsfólki, sum hava servitan og royndir. Eitt tílíkt Hospice kann leggjast á eitt friðarligt og náttúruvaktur øki. Avvarðandi hava sostatt eisini betri møguleikar at vera umkring tann eldra alt samdøgrið og betri møguleika at gista á staðnum.

Um grundleggjandi palliatión skal veitast í heimatænastuni og á røktar- og ellisheimum er ilt at meta um, men landsmynduleikar hava víst á, at fólkagrundarlagið ikki er nóg stórt til at byggja og reka eitt Hospice. Eitt er tó vist, og tað er, at man sum minimum skal tryggja at starvsfólkanormeringin er nøktantandi á røktar- og ellisheimum, umframt at heimatænastan skal styrkjast, um fortreytirnar ikki eru til eitt Hospice.

Jóhan Carl Dam - Valevni á Lista E.