Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

GRÓTBROTIÐ Í GLYVURSNESI TIL VINNU OG ÍTRIV

2020-10-24 15:38

Stórur tørvur er á vinnuøkjum í kommununi, og nú havnaútbyggingin skjótt er liðug, eigur ein munandi partur av grótbrotinum í Glyvursnesi at verða skipað í hóskandi vinnugrundøkir, - talan kann td. vera um at leiga økir út til goymlsuøki- og bygningar, ferðavinnuvirksemi o.m.a. Grótbrotið er sera stórt (uml 110.000m2, sum svarar til einar 13 fótboltsvallir) so ein partur kann saktans eisini brúkast til ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Skjótt er síðsta skotið brostið í grótbrotinum í Glyvursnesi og tá hava vit eitt velduga stórt øki, ið svarar til uml. 13 fótbóltsvøllir, sum vit hava skyldu til at fáa nyttu burturúr.

Umframt vinnuøkir, skal ein partur av grótbrotinum eisini kunna nýtast til ítrótt og frítíðarendamál. Tað er trongligt hjá nógvum ítróttargreinum í Gundadali og í býnum, tí er tað so líkatil, at grótbrotið kann hýsa t.d. bogaskjóting (arbeitt verður longu ítøkiliga við hesum), síging, go-cart, tennis, off-road súkklubreytir, golf-venjing osfr osfr. Á Bornholm er eitt fyrrverandi grótbrot gjørt um til ítróttar- og frítíðardepil, og tað er bæði vakurt við náttúrligum vøkstri og tjarnum og riggar stak væl til ymsar frítíðargreinar.

Gongd er sett á at gera golf-vøll úti í Glyvursnesi og tí skal virksemið í grótbrotinum hóska til tað stóra náttúru- og frítiðarøkið sum Glyvursnes verður innan fá ár, tá golf-vøllurin er liðugur. Áðrenn virksemið úti á Glyvursnesi veksur, er neyðugt at kommunan yvirtekur vegin út á Glyvursnes, so hann verður tryggur og fylgir forskriftunum.

Hesa býráðssetuna hava vit sett hol á eina heildarætlan fyri framtíðarvirksemið í grótbrotinum í Glyvursnesi og arkitektaskitsur eru gjørdar, ið vísa hvussu grótbrotið kann skipast, so tað kann hýsa ymsum virksemi.

Fái eg álit frá tykkum, ætli eg mær avgjørt at seta ferð á hetta arbeiðið, soleiðis at vit um fá ár kunnu hava eitt spennandi vinnu- og frítíðarøkið úti á Glyvursnesi.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni hjá Tjóðveldi