Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grótbrot skapar ferðslutrygd

2020-11-03 12:16

Ígjøgnum fleiri áratíggju hava koyrilærarar ynskt at fáa eina hálkubreyt, so koyrifrálæran kann gerast munandi betri. Koyrifrálæra á eini hálkubreyt hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men sum í so nógvum øðrum málum, er hetta bara blivið til tos. Men við at brúka eitt sindur av viti og skili saman við rættstundis umhugsni, hava vit nú møguleika til at gera nakað við hetta. Tí grótbrotið á Glyvursnesi er tað perfekta staðið til at leggja eina slíka hálkubreyt.

Hálkubreytin kann bjarga nógvum mannalívum

Staðsetingin í grótbrotinum á Glyvursnesi er eins sjálvsøgt sum hon er einføld. Hálkubreytin krevur gott pláss, eins og neyðugt er at gera inntriv í náttúruna, men hetta er longu gjørt á Glyvursnesi. Tað krevur heldur ikki rakettvísindi at rokna út, at staðsetingin er høvuðsorsøkin til, at hálkubreytin ikki langt síðani er komin. Sostatt er valið í veruleikanum einfalt: Hálkubreytin má staðsetast einastaðni, har lendisinntrivið longu er gjørt, tí annars kemur hon slett ikki. Og tí er grótbrotið á Glyvursnesi einasti møguleikin.

Tað burdi verið eysæð, at tørvur er á hálkubreytini. Við bæði at geva koyrifrálæru á henni, eins og geva øðrum bilførarum møguleika til at royna seg har, upplæra okkara koyrilærar dugnaligari bilførarar. Tað er aftur til stórt gagn fyri ferðsutrygdina, so í veruleikanum kann ein slík hálkubreyt bjarga fleiri mannalívum. Tí er spurningurin, um vit í heila tikið hava ráð til at lata vera við at gera eina hálkubreyt í grótbrotinum. Graml hevur verið um at nýta grótbrotið til okkurt annað, men tann aktivitaturin kann leggjast onkra aðrustaðni. Tí ferðslutrygdin má alt annað líka verða sett fremst.

Eisini brúkast til kappkoyring

Tá hálkubreytin ikki er í nýtslu til koyrifrálæru, kundi hon verið nýtt til kappkoyring hjá fólki, sum dáma væl at trýsta á speedaran. Hetta krevur sjálvandi, at breytin er gjørd sambært galdandi trygdarforskriftum, eins og hon sjálvandi skal verða teknað av fólki, sum hava skil fyri slíkum. Til ber at fáa eina longd á onkustaðni millum 1,5 og 1,7 km, og hetta burdi verið nóg mikið til, at tað eisini ber til at hava kappkoyring á breytini. Larmur verður lítil og ongin, tí koyringin er í einum grótbroti.

Kappkoyring undir tryggum umstøðum og skipaðum viðurskiftum, vil somuleiðis bøta munandi um ferðslutrygdina. Tí tá verða fólk við benzin í blóðinum ikki eins nógv freistað til at koyra skilaleysa skjótt á alfaravegi.

Samlaða íløgan nýtist ikki at verða so stór. Umframt sjálva breytina skal ein bygningur staðsetast í økinum, har fólk kunnu arbeiða uppá bilar og motorsúkklur, sum verða brúkt til kappkoyring. Neyðugt er heldur ikki at gera nýggjan veg út á Glyvursnes, tí tann verandi kann væl nýtast, um hann verður breiðkaður í støðum.

Samanumtikið er hetta ein íløga, sum tað er øgiliga ringt at finna nakað skilagott argument ímóti, so vónandi verður hon til veruleika í komandi býráðssetu.

Ronnie Thomassen, valevni á lista E